Við á fundinum verður m.a. Lene Risberg, fyrrverandi rúsevnamisnýtari úr Danmark. Hon greiðir frá egnum royndum sum rúsevnamisnýtari, og hvørjar avleiðingar tað hevur havt fyri hana eitt nú tað, at hon ikki kann fáa børn.
Tey ungu vilja út at liva lívið.
Er nakað nýtt ella skeivt í tí?
Nei, sjálvandi ikki. Soleiðis hevur tað altíð verið. Tey ungu hava áræði. Tey vilja slíta seg leys, gera sínar egnu royndir, royna alt, flyta mørk. Tey seta seg ikki niður at grunda um, hvøjar avleiðingar hetta ella hatta møguliga kann hava.
Soleiðis hevur ungdómurin altíð verið, og soleiðis eigur tað at vera.
Vit »gomlu« hava kanska lyndi til at stúra ov nógv.
Vit hoyra, at nú er nógv ecstasy og onnur rúsevnasløg í landinum
... at ung heilt niður í 12 ára aldur ganga og mala full úti um náttina
... at so gott sum hvørja ferð dansur er fyri tey ungu, má eitt ella fleiri koyrast á sjúkrahús til útpumpingar.
Er tað løgið, at nógv foreldur eru rødd?
Vit vilja hava okkara ungu livandi heimaftur, tá tey hava verið úti.
Hvat skulu ella kunnu vit gera?
Summi lata bara eyguni væl aftur og krossa bara fingrar fyri at einki skal henda, og tað kann jú heldur ikki vera rætt.
Nei, vit skulu hava eyguni opin og fylgja við í, hvussu tey ungu hava tað, og saman skulu vit royna at gera umhvørvið trygt.
Fríggjakvøldið 23 sept kl. 19.00 skipar felagið »Náttarravnarnir í Tórshavnar Kommunu« fyri áhugaverdum fundi í læraraskúlahøllini undir heitinum »Eg vil liva lívið«.
Endamálið við fundinum er at fáa orðaskifti í lag um ungdóm og rúsevni.
Við á fundinum verður millum onnur Lene Risberg, fyrrverðandi rúsevnamisnýtari úr Danmark, sum er ein royndur fyrilestrahaldari. Hon greiðir frá egnum royndum sum rúsevnamisnýtari, og hvørjar avleiðingar tað hevur havt fyri hana.
Millum annað at hon ikki kann fáa børn.
Luttakandi á fundinum eru:
Umboð fyri Tórshavnar Kommunu
Erik Thorsted stjóri fyri náttarravna landssekretariatinum í Danmark
Lene Risberg (Stuðlað av Føroya Sparikassa) fyrrverandi rúsevnamisnýtari www.risberg.dk
Umboð fyri Løgregluna
Hans P. Strøm Landsstýrismaður í almanna og heilsumálum
Sjálvandi skulu tey ungu út at royna flogið.
Men vit skulu royna at tryggja, at tey koma heimaftur. Klókari, sterkari, meira ment og búgvin og fyrst og fremst livandi.
Hevur hetta tín áhuga og/ella hevur tú okkurt gott hugskot, so hittast vit í Læraraskúlahøllini 23 sept. Kl. 19.00.










