Á landsfundinum, sum hildin verður í Læraraskúlanum í Havn, verður vitjan av Esther og Orla Villekjær úr Danmark.
Tey eru foreldur at barni við Downs syndromi. Hetta er tað, vanliga verður nevnt mongolisma.
Orla Villekjær er formaður í danska felagsskapinum »Jeg vil leve«.
Á landsfundinum verða tveir almennir fyrilestrar. Hesir fyrilestrar verða í matarhøllini á Læraraskúlanum.
Tann fyrri fyrilesturin verður kl. 10.10 og verður nevndur:
»At vera foreldur til barn við Downs syndromi.«
Tann seinni fyrilesturin á landsfundinum leygardagin tann 25. oktober, verður hildin klokkan 14.oo seinnapartin.
Hann ber heitið:
»Hvørjar avleiðingar eigur kristna mannasýnið at fáa í meinigheitunum í spurninginum um fosturdrápið?«
Føroya Pro Vita arbeiðir í móti, at fosturvatnskanningar verða gjørdar, sum kunnu enda við, at fostur við til dømis Downs syndromið, verða tikin.
Í tíðindaskrivi sigur Føroya Pro Vita soleiðis:
»Vilt tú vera við at verja menniskja frá tí, hon er gitin í móðurlívi, og til hon doyr ein nátúrligan deyða, ert tú vælkomin at gerast limur í Føroya Pro Vita. Tað gerst tú við ay skriva undir Lejeune yvirlýsingina, sum fæst frá:
»Føroya Pro Vita«
Garðsendi 21
700 Klaksvík
Tlf. 5 63 40