Eg vil lesa, ikki bara arbeiða

Teitur Vágadal sjúkrarøktarfrøðislesandi
-----------

Studni er júst komin út við tíðindaskrivi. Nú ber tað til hjá lesandi at arbeiða og forvinna 20.000 kr um mánaðin. OK? Hvat skulu vit siga um tað?
Hvat er ein lesandi? Spyr ein lestrarvegleiðarar, siga teir allir við ein munn: “Fulltíðarstarv”. Tá søkt verður á ymiskar útbúgvingar verður alla tíðina sagt: “Lesnaðurin er fulltíðarstarv”.

20.000 kr um mánaðin
Hvussu nógv skal ein so arbeiða fyri at koma uppá 20.000 kr? Grundlønin hjá Føroya Arbeiðarafelag er 110, 37. Grundlønin hjá S & K felaganum er 100,55. Flestu lesandi arbeiða í handlum og kioskum.
Hvussu nógv skulu tey so arbeiða, um teimum nú tørva eina inntøku á 20.000 kr?



Fyri ein, sum arbeiðir í handli, er hetta ørkymlandi.
Men sjálvandi, tað eru ikki øll, sum eru noydd til at forvinna 20.000 kr um mánaðin.
Sambært Studna, so eru tað 150, sum fara at fáa “ágóða” av hesum uppskotinum. Hetta tí at tey ikki vera mótroknaði. Spurningurin er bara? Tey eru 150, meðan tað eru tilsamans útvið 3300, sum eru í miðnám og, ið eru í hægri lesnaði.

Lógaruppskotið sær soleiðis út fíggjarliga fyri landskassan:

Hækking av inntøkumarki: Kostar 1,5 mill
Ikki javnað studningin: Spara 900.000 kr
Samla: kostar 600.000 kr

Tað eru nú altso bara 150 sum fáa “ágóða” av inntøkumarkinum, meðan hini gott 3000 missa sína lógarbundnu prístalsregulering..... 4 árið á rað. Ella ein samlaður missur yvir 4 ár uppá 3300 kr um árið fyri tey undir hægri lesnað

Raðfesting:
Hvat fyri raðfesting Løgtingið hevur er sera torført at fáa eyga á? Sjálvandi er tað í lagi at arbeiða við síðuna av lesnaðanum.
DJØF, felagið fyri jura og búskap lesnadi í Danmark hevur staðfest, at eitt studiearbeiði er gott fyri lesnaðin. Men tað skal ikki vera meira 10-15 um vikuna. Annars ávirkar tað lesnaðin negativt.

Løgtingið signalerar við hesum, at lesandi kunna hava arbeiðsviku á 80 tímar um vikuna, 40 vikur um árið. Hvør annar arbeiðsbólkur hevur eina tíllíka arbeiðsviku? Kann til stuttleikar nevna, at fyri tingárið 2010 hevði Løgtingið 398 arbeiðstímar umframt eini 20-40 nevndarfundir í meðal.

Sjálvandi vil eg arbeiða, men um Løgtingið vil hjálpa mær sum lesandi, so er tað at fáa raðfestingar í lag og stuðla mær á rættan hátt. Eg eri ein av teimum, sum er noyddur til at arbeiða í meira lagi. Eri 31 ár, havi familju og hús, búgvi í Tórshavn.
Okkara bólkur hevur tørv á hægri studning, ikki “møguleikan” fyri meira arbeiði. Danmark hevur sett eitt mark sum er 78.000 kr um árið. Teir hava raðfest útbúgving, og teirra samfelag nýtur eisini gott av útbúgving.
Tá fíggjarkreppan kom, brúkti Ísland eisini plenuklipparin. Tó við eini sunnari raðfesting. Tað varð skorið yvir alt við 7%, undantikið útbúgving, heilsuverk og nøkur fá neyðug økið.
Vilja Føroyar njóta gott av útbúgving? Ja ella nei?