Eftir 266b
Í grein í bløðunum í dag, sigur Helgi Abrahamsen, skrivari hjá Sambandsflokkinum, seg harmast um, at tær 241 persónligu atkvøðurnar, sum hann fekk á seinasta løgtingsvali, hava verið við til at tryggja einum manni tingsessin, sum atkvøddi fyri broytingunum í §266 b í revsilógini.
- Eg eri vísur í, at flestu av mínum veljarum taka als ikki undir við hesum, og tí er hetta at "traðka teirra trúgv undir fótum", sum hann tekur til.
Helgi heldur, at annar av tinglimunum, sum umboðar Sambandsflokkin í Eysturoy, soleiðis hevur vanvirt bæði hansara og aðrar sambandsveljarar í oynni.
Atkvøðuneyt
- Hetta góðtaki eg als ikki, og tað sleppur ikki at endurtaka seg. Um eg stilli upp aftur fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval, er millum annað ein spurningur um, hvør annar verður á listanum, og hvørja støðu hesi hava til etisk mál.
Skrivarin í Sambandsflokkinum sigur, at hann vil ikki uppliva aftur at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum hann og mangir av hansara veljarum hava.
Sambandstingmaðurin í Eysturoy, sum tók undir við uppískoytinum í grein 266b, var Edmund Joensen, og tí er tað hann, ið Helgi Abrahamsen sipar til.
Eingin viðmerking
Sosialurin hevur í morgun lisið partar av lesarabrævinum hjá skrivaranum í Sambandsflokkinum upp fyri Edmundi Joensen og spurt, um hann hevur nakrar viðmerkingar til tað, sum Helgi Abrahamsen førir fram.
Men Edmund Joensen er ógvuliga fáorðaður um lesarabrævið og sigur, at hann í løtuni als onga viðmerking hevur til lesarabrævið hjá Helga Abrahamsen.