Eg vil ikki hava skattalætta aftur nú

Tað er ábyrgdarleyst at tosa um skattalætta og at leggja fleiri avgjøld á vinnuna

- Eg vil ikki hava ein skattalætta upp á einar 5.000 krónur um mánaðin.

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Í løgtingið hevur aftur kjak verið um búskaparligu støðuna. Serliga er løgmaður ørkymlaður av, at Javnaðarflokkurin nú tosar um at veita øllum ein skattalætta við at gera allar barnaansing ókeypis hjá foreldrum.

 

Útreiðslurnar skulu fíggjast við at ein partur av avgjaldinum, alivinnan skal rinda í landskassan, verður markað til endamálið.

 

Løgmaður vísir á, at búskapurin hevur fótað sær aftur, men javnvágin er hárhvøss og tað er neyðugt at ansa sera væl eftir ikki at beina fyri vøkstrinum, sum er Tí heldur hann, at tað er ábyrgdarleyst lovað skattalættar fyri stórar upphæddir og at leggja fleiri avgjøld á vinnuna, tí so drepa vit vøksturin.

 

Hann spyr, hví barnaansingin skal verða ókeypis, so at hann kann fáa ein barnakekk upp á 5.000 krónur um mánaðin. Hann heldur, at tey, sum hava lágar inntøkur, kunnu fáa ókeypis barnaansing, men tey sum hava topp-intøkur, og hava ráð til tað, skulu ikki hava barnakekk.

 

Hann staðfestir, at hann fekk ein skattalætta við flatskattinum, og hann vil ikki hava ókeypis barnaansing eisini, endurtekur hann.

 

Hann staðfestir, at Sambandsflokkurin kann ikki fara í eina samgongu, sum hevur eina slíka brúksveitslu á skránni.

 

Hann heldur eisini, at tað er ein andsøgn í politikkinum hjá Javnaðarflokkinum.

 

- Í løgtinginum vil Javnaðarflokkurin veit skattalætta. Í Tórshavnar Býráð hevur javnaðarflokkurin meiriluta einsamallur, men har hava tey lágløntu ”ikki fingið undir neglina”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hann vísir á, at samstundis er ikki lukkuligt so mikið sum at nevna tankan um eina kommunala útjavning, har inntøkan verður javnað eitt sindur ímillum kommunurnar, tí so tað við javnaðarbýráðið í Havn ikki hoyra talan um. 

 

- Hví kunnu vit ikki hava eina javnaðarhugsan ímillum kommunurnar í Føroyum, spyr løgmaður.

 

Høgni Hoydal vísir á, at Kaj Leo Holm johannesen hevur áður veitt teimum, sum hava góðar inntøkur, ein skattalætta. Og hann er fíggjar við at forskatta pensjónir, og sostatt við at taka pengar frá framtíðini. Fyribils er ein milliard tikin frá framtíðini, sigur Høgni Hoydal.

 

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at løgmaður skuldi verið tann síðsti at tosa um eina brúksveitslu, tí við flatskattinum hevur samgongan givið teimum vælbjargaðu 300 milliónir krónur um árið skattalætta.