Eg vil hava systir mína heim

Í eitt hálvt ár hevur Paula Svalbard av Tvøroyri sitið leinkjað til ein respirator á Landssjúkrahúsinum í Havn. Hægsta ynskið hjá familjuni er, at fáa hana heim, men tað gongur illa

- Tað er okkurt vindandi galið í Føroyum.

Tað heldur Hervør Svalbard í Froðba.

Í meiri enn eitt hálvt ár hevur systir hennara, hin 60 ára gamla Paula Svalbard Jespersen, sitið leinkjað til ein respirator á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum.

Hægsta ynskið hjá Pauli sjálvari og øllum teimum avvarðandi, er, at hon skal fáa umstøður til at koma aftur til Suðuroyar, so at hon kann vera í sínum nærumhvørvi og hava sínar næstringar hjá sær alla tíðina.

Men tað gongur illa.

Hervør Svalbard leggur kortini stóran dent á, at hetta er als ikki ein atfinning á Landssjúkrahúsið.

Tvørturímóti hava tey bara alt gott at bera øllum á Landssjúkrahúsinum, heilt frá yvirlækna og til sjúkrarøktarfrøðingar og allan vegin niður ígjøgnum skipanina.

- Røktin, umsorganin og viðgerðin á Landssjúkrahúsinum er fyrimyndarlig, so tað skulu tey hava stórt rós og stóra tøkk fyri, leggur hon afturat.

Somuleiðis hevur tænastan á Hjálpitólarmiðstøðini verið fyrimyndarlig.


Leinkjað til respirator

Tað eru yvir 10 ár síðani, at heilsan hjá systrini fór at bila og eftir eina tíð varð staðfest, at hon hevði vøddasvinn.

Sum fráleið endaði hon í rullustóli, men eftir eina tíð, fór eisini at bila við lungunum og fyri einum hálvum ári síðani vóru tey so veik, at hon mátti setast til ein respirator, sum síðani hevur drigið andan fyri henni.

Hetta verður hennara lagna, so leingi hon livir.

Á Landssjúkrahúsinum liggur hon á intensivu deild, sum er ein opin deild, har alt er út í eitt.

Alla hesa tíðina, hon hevur ligið á Landssjúkrahúsinum, hava tey avvarðandi og Landssjúkrahúsið arbeitt fyri at skapa møguleikar, so at hon kann kom heimaftur til Suðuroyar.

Men tað er ikki eydnast enn og sum støðan er nú, ber ikki til at siga, um tað yvirhøvur fer at eydnast.


Stóran týdning

Annars heldur Hervør Svalbard, at tað hevði havt stóran týdning at systurin kom suðuraftur.

- Hon hoyrir ikki heima á eini intensivari deild á einum sjúkrahusi. Intensiva deild er ikki eitt hvíldarheim so við tað, at hon liggur har, tekur hon eitt pláss, sum skuldi verið tókt til onkran annan.

Hon tekur eisini arbeiðsorku frá starvsfólki, sum tey av røttum áttu at brúkt upp á onkran annan.

- Hartil kemur, at tað er ógvuliga tyngjandi at liggja á eini slíkari deild, tí har er alt út í eitt, so tað er órógvandi og sjáldan friður.

- Og sum støðan er nú, noyðist allir næstringarnir hvørja ferð til Havnar, tá ið tey vilja vitjað hana.

Á Jólum mátti øll familjan til Havnar fyri at kunna halda jól saman.

- Men á jólum var Landssjúkrahúsið so einastandandi, at tey útvegaðu familjuni eina íbúð, so at tey kundu vera fyri seg sjálvi á jólum. Tað vóru vit takksom fyri, sigur Hervør Svaldbard.


Longur uppi í skipanini

Men er tænastan og viðgerðin á Landssjúkrahúsinum fyrimyndarlig, er tað longur uppi í skipanini, at tað er galið, heldur Hervør Svalbard.

- Tað er okkurt grundleggjandi galið við sjálvandi skipanini og eg eri ikki rættiliga við upp á, at vit kunnu kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, tá ið tað ikki so frægt sum ber til at lata eitt illa sjúkt fólk sleppa at vera í sínum nærumhvørvi.

Hervør sigur, at í royndunum at fáa umstøður til at fáa hana heimaftur, fór hon fyri einum tveimum mánaðum síðani í holt við politikararnar og við fyrisitingina

Fyri tað fyrsta var tað ógvuliga torført at koma á tal við politikararnar, tí teir vóru ringir at fáa fatur á og at tosa við fyrisitingina hjálpti onki.

Eftir nógv stríð aftur og fram og eftir at málið varð enda í sjálvum Løgtinginum, er Paula enn á intensivu deild.

Úrslitið er, at Nærverkið hevur fingið pening til fimm starvsfólk, sum skulu vera um hana alt samdøgurið í heiminum á Tvøroyri, men tey fáa ikki nóg mikið av umsøkjarum, hóast tey hava søkt fleiri ferðir, so tað gongur onga leið.

Tey fólkini, sum søkja, skulu so hava venjing í at passa respiratorin.


Steðgað

Hon vegin havi eg tosað við Suðuroyar Sjúkrahús og tey eru til reiðar at taka ímóti henni, men so mugu nøkur starvsfólk á sjúkrahúsinum í læra seg at passa respiratorin.

Men eisini tað kostar eitt sindur av pengum.

- Tað allarbesta fyri hana, hevði verið at hon slapp heim til sí sjálvt. Men næstbesta loysnin er, at hon sleppur á Suðuroyar Sjúkrahús, tí so er hon í nærumhvørvinum.

- Hon kann í øllum førum ikki verða sitandi í Havn, leggur hon afturat.

- Men tað ber ikki til at fáa játtan til at læra starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi at passa respiratorin.

Hervør Svalbard sigur, at sostatt er støðan í veruleikanum óbroytt, hóast meiri enn ein hálvt ár er farið.

- Fyri mær sær út sum um at málið er farið ígjøgnum so nógvar hendur, at tað mestsum er steðgað á vegnum, ella er tað so, at tey skúgvað trupulleikan frá sær.

- Í øllum førum kundi hon sloppið á Suðuroyar Sjúkrahús, til umstøður vóru til at hon kundi verið heima.

- Tað týdningarmesta er, at hon sleppur suður at vera

- Eg veit ikki, hvat politikararnir meina við, tá ið teir tosa um bleyt virði? Og, hvat meina teir við, tá ið teir tosa um, at Føroyar eru eitt vælferðarsamfelag, tá ið tað ikki so frægt sum ber til at lata ein sjúkling við varandi sjúku, sleppa at vera í sínum nærumhvørvi.

- Tað kann ikki vera ætlanin, at ein sjúklingur sum Paula skal vera tvingað at vera í Havn, tí tað mangla nakrar krónur til Suðuroyar Sjúkrahús, sigur Hervør Svalbard.

Hon heldur, at øll menniskju hava uppiborið at fáa eitt virðiligt lív.

Men tað er ikki eitt virðiligt lív hjá Paulu, at hon skal noyðast sita á eini intensivari deild, har hon ikki hoyrir saman og hjá okkum er tað nú eitt krav, at hon sleppur suðuraftur.