– Eg havi lært nógv nýtt. Eg havi t. d. lært at vaska hár, blanda hárliting, gjørt brýr og eygnavippur.
Tað sigur 15 ára gamla Jonnhild Thomassen, ið gongur í 9. flokki í Sørvágs skúla.
Tær eru tvær gentur, ið eru í starvsvenjing í hárfríðkanarstovuni Aura, ið liggur í Miðvági. Onnur er úr Sørvági, og hin er úr Sandavági.
Tær sleppa at gera nógv ymiskt, tær kunnu t. d. seta hárið upp hjá hvør aðrari, lita bryr o.s. fr.
Jonnhild hevur verið í starvsvenjing í eina viku, og starvsfólkini hava tikið ordiliga væl í móti henni, og Jonnhild er sera glað fyri, at hon valdi hárfríðkanarstovuna Aura.
Tá ið Jonnhild bert var 6 ára gomul, klipti hon hárið hjá vinkonunum og spældi hárfríðkari. Jonnhild hevur síðani tá altíð vilja verið hárfríðkari, og tað er ein av størstu dreymunum.










