Eg vil elska løtuna

Tað ringasta var at fortelja børnunum, at mamma hevði fingið krabbamein. Tey høvdu jú mist pápan stutt frammanundan. Men eg eri ikki ein diagnosa, eg eri eitt menniskja, sigur Sædis Eilifsdóttir í Gøtu um bardagan ímóti sjúkuni

– Tað ringasta var at fortelja børnunum, at mamma hevði fingið krabbamein. Tey høvdu jú mist pápan stutt frammanundan. Men eg eri ikki ein diagnosa, eg eri eitt menniskja. Og eg vildi stríðast fyri at liva, sigur 51 ára gamla Sædis Eilifsdóttir um sín bardaga móti krabbameini.

 

Tað er týsdagur 8. juli, og Sædis Eilifsdóttir bíðar. Hon hevur verið til PET-scanning á Ríkissjúkrahúsinum og bíðar eftir svarinum. Løtan tykist óendaliga drúgv.

 

– Tað var sera ringt at bíða. Men hesar minuttirnar gjørdi eg upp við meg sjálva, at skuldi eg hava eina viðgerð afturat, so var tað okay. Eg var til reiðar at taka eitt tørn afturat.

 

Sædis Eilifsdóttir greiðir frá, at drúgva kemoviðgerðin var ikki hennara fíggindi, men hennara vinur í bardaganum móti sjúkuni. Tað er soleiðis, hon hevur valt at síggja veruleikan.

 

– Eg trúi ikki mínum egnu oyrum, tá eg so fekk svarið. Segði hon tað? Segði hon veruliga tað?

 

– Jú mamma, hon segði tað, ljóðaði svarið frá dóttrini, ið var komin við inn á Ríkissjúkrahúsið at taka ímóti svarinum frá læknanum.

 

Einki er eftir av sjúkuni. Krabbameinsraktu kyknurnar eru vekk.

 

Sædis Eilifsdóttir smílist, meðan hon greiðir frá. Hon er frísk. Kann seta eitt punktum fyri farna árið, ið enn einaferð kollvelti hugnaliga heimið í nýggja býlinginum ovarlaga í Syðrugøtu. Sjálvsama vakri urtagarðurin stendur í fagrasta blóma og setir ein nærum ævintýrkendan dám yvir húsini.

 

– Urtagarðurin hevur verið terapi fyri meg. Eg havi tosað nógv við blómurnar, sigur Sædis flennandi, áðrenn álvarin merkist aftur í røddini:

 

– Tað er Páll fyri at takka. Hann byrjaði alt hetta við urtagarðinum.

 

Í Sosialinum frá mánadegnum 14. juli fortelur Sædis alla søguna. Les um løtuna, tá hon fortaldi døtrum sínum um sjúkuna, um hvussu Sædis møtti kemoviðgerðini og rørandi løtuna tá hon og døturnar kliptu hárið.

 

Til ber at keypa blaðið VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Síggið fleiri myndir niðanfyri: