Eg vil bert hava gjøgnumskygni

Poul Michelsen hevur fingið ilt av einari almennari viðmerking hjá mær um, at eg vil hava gjøgnumskygni um hvussu tey ymisku valevnini fíggja teirra valstríð, tí hetta aftursvar

Nú havi eg ikki havt til vana at senda jólaheilsanir til Poul Michelsen, so hví hann tekur eina av teimum mongu almennu viðmerkingunum sum eg geri til sín, tað kann bert hann svara uppá.

Eg havi aldrin lagt Poul Michelsen undir at hava gjørt nakað sum helst og er einki undarligt í tí.

Mín boðskapur er tann, at tað skal vera fult gjøgnumskygni í øllum politiskum avgerðum, eisini í mun til hvussu flokkar og hvussu tey einstøku valevnini fíggja teirra valstíð, tað er tað ikki í dag.

Sum í okkara grannalondum, mugu reglar gerast, ið týðuliga áseta krøv til upplýsing hvar politiskir sponsor pengar koma frá.

At Poul roynir at arga vinnulívsfólk til at trúgva, at eg leggi tey og øll valevnir við egnum virki undir eitt og hvørt óheppið virksemi er bara for bíligt av honum, serliga tá havt verður í huga, at eg sjálvur havi egið virkið.

Eg fari at bjóða Poul Michelsen øðrum valevnum um at gera tað sama sum eg, og framleggja ein fullfíggjaðan roknskap av valstríðnum og í honum upplýsa hvar fíggingin kemur frá.

Meira um hetta og annað á www.hedindp.com < HYPERLINK "http://www.hedindp.com/" www.hedindp.com>