Tá ið hann var fýra ára gamal, byrjaði hann at raka røttu tangentarnar á klaverinum, sum mamma hansara hevði standandi. Nú er hann blivin 65 ára gamal, syngur framvegis sum ein eingil, og ferðast kring allan heimin og hevur konsertir.
Bobby Kimball, sum er víðagitin sum sangari í rockbólkinum Toto, vitjar um vikuskiftið í Føroyum, og hóast hann sigur seg hava verið í hvørjum króki í heiminum, hevur hann ongantíð vitjað í Føroyum áður. So tað er upp á tíðina, heldur hann.
Bakgrundin hjá Bobby Kimball er í Louisiana í USA, har hann vaks upp í fimtiárunum. Mamman skapti fyrsta áhugan fyri tónleikinum og var onkurvegna við til at føra hann inn á lívsleiðina sum tónleikari.
- Mamma mín hevði “perfect pitch”. Um hon hoyrdi ein sang í útvarpinum ella á einari plátu, so kundi hon seta seg niður og spæla sangin tóna fyri tóna. Eg plagdi at lurta eftir henni spæla á klaverið, og hon lærdi meg eisini fyrstu akkordirnar, greiðir Bobby Kimball frá.
- Og so tá eg hoyrdi Ray Charles, hendi nakað. Hann var ein stórur íblástur til mít tónleikalív.
Lívligt í Louisiana
Í sekstiárunum var Louisiana eitt paradís fyri tónleikarar, tí tað var sera lívligt har norðuri í statinum.
- Eg búði í Louisiana beint sunnan fyri markið til Texas, og støðan var tann, at í Louisiana var aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka 18 ár, og í Texas var tað 21 ár, so tað komu túsundtals ungfólk suður um markið um vikuskiftini fyri at sleppa í býin.
- Tað vóru eini 15 stórir náttklubbar har í økinum, tann minsti hevði pláss fyri 1.500 fólkum og tann størsti 5.000 fólkum, og á hasum náttklubbum spældi eg nógv. Tað var fantastiskt, tí hvørja einastu ferð, vit spældu, var tað fult hús, og ofta stóðu fólk í langari kø fyri at sleppa inn, sigur Bobby Kimball.
Tá ið Bobby Kimball var blivin 26 ára gamal, flutti hann til Kalifornia at búgva og spæla tónleik, og har hitti hann menninar, sum seinni mannaðu bólkin Toto. Tá ið teir, sum tóku stig til Toto, skuldu velja sangara, fall valið á Bobby Kimball.
- Toto var ein ótrúligur bólkur fyrstu árini. Ein høvuðsorsøk til tað var Jeff Porcaro, sum stýrdi bólkinum tá. Hann var sjálvandi ein framúr trummusláari, men hann tók eisini nógvar rættar avgerðir fyri bólkin. Hann visti, hvat skuldi til, og hvat vit skuldu gera fyri at vinna upp á toppin, sigur Bobby Kimball.
Og upp á tindin vunnu teir sanniliga. Útgávurnar hjá teimum vóru bestseljararar, teir vunnu óteljandi Grammy og aðrar heiðurslønir, og teir spældu fyri stórum áhoyrarafjøldum allastaðni, har teir fóru á pall.
- Tað var fantastiskt at spæla við Toto. Ikki minst tí, at tað vóru so nógv fólk, sum søgdu við okkum, at okkara tónleikur hevði broytt teirra lív. Tað er fantastiskt at hava góða ávirkan á fólk, og tað er eisini ein av høvuðsorsøkunum til, at eg elski at verða tónleikari, sigur Bobby Kimball.
Ferðast allatíðina
Eftir fýra útgávur sum frontmaður í Toto fór Bobby Kimball úr bólkinum. Ósemja millum tónleikararnar undir upptøkunum til fimtu útgávuna hevði við sær, at Kimball varð biðin um at fara úr bólkinum. Men hetta steðgaði ikki yrkisleiðini hjá honum sum tónleikari. Hann var partur av Far Corporation í fleiri ár, og eisini sum solistur fór hann at geva tónleik út og framføra live. Og tað ger hann framvegis.
- Orsøkin til, at eg havi verið tónleikari alt mítt lív er og framvegis eri tað, er heilt einfalt hon, at tónleikur ger meg glaðan. Tað besta, eg veit, er at síggja fegin fólk, tá ið eg spæli.
- Tað, sum eg ynski í mínum lívi restina av lívinum, er, at eg vera glaður, og eg verði glaður av at spæla tónleik.
Bobby Kimball ferðast støðugt við tónleikinum. Í vikuni spældi hann í Budapest, seinni gongur leiðin til Las Vegas at hava eina konsertrøð, og hann skal eisini hava drúgva konsertferð í Suðuramerika í mai. Men soleiðis hevur lívið altíð verið, og soleiðis verður tað eisini frameftir.
- Eg spæli sera nógv, og seinastu fýra mánaðirnar havi eg bara verið heima í nakrar fáar dagar. Ikki tí, tað er fínt at verða heima, men mær dámar sera væl at ferðast við tónleikinum. Eg havi ferðast um allan heim, verið so at siga allastaðni, og sæð nógv fantastisk støð. Tónleikurin hevur givið mær møguleikan at uppliva ting, sum eg annars bara kundi droymt um, sigur Bobby Kimball.
- Eg havi eisini havt møguleikan at hitta nógvar dugnaligar tónleikarar og spæla saman við teimum. Nú í vikuni var eg á palli við millum annað Al De Miola, sum hevur verið vinmaður hjá mær seinastu fimtan árini. Eg eri glaður fyri tey mongu fólkini, sum eg havi hitt og eri komin at kenna gjøgnum tónleikin, sigur hann.
Men fyri ein tónleikara nú á døgum, er tað eisini avgerandi, at hann spælir konsertir.
- Tónleikavinnan er ikki tað, hon einaferð var. Nú hevur piratkopiering gjørt, at tónleikarar forvinna nógv minni pengar av fløgusølu, enn teir plagdu at gera, og tí er neyðugt hjá tónleikarum og bólkum at fara út at spæla live. Og eg haldi, at eg forvinni minst líka nógvar pengar – ella meira – nú, enn eg gjørdi í Toto.
Og leygarkvøldið verður Bobby Kimball so á fyrsta sinni á palli í Føroyum.
- Hóast eg havi ferðast til øll hugsandi lond í mínum lívi, havi eg ongantíð verið í Føroyum, og eg eri sera spentur at sleppa at vitja tykkum. Eg havi ein framúr góðan svenskan bólk við mær til Føroya leygardagin, og eg kann lova tykkum fyri, at tit fáa eina framúr konsert leygarkvøldið.