Eg veit ikki hvat Heðin Mortensen tosar um

Eg skilji ikki, hví hann tosar so nógv um at fáa meiri fiskaarbeiði í Havn

– Eg má siga, at eg veit ikki, hvat Heðin Mortensen tosar um.

Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, stendur spyrjandi, nú ein annar býráðslimur, Heðin Mortensen, sum eisini er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, fekk alt upp á gos í Løgtinginum tá ið uppskotið hjá samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan var til viðgerar.

 

Í hesum sambandi hevur Løgtingið samtykt, at 8,5 prosent av kvotunum, skulu verða menningarkvotur, sum skulu markast økjum í landinum, har lítið er til av fiskaarbeiði, og har arbeiðsloysið er stórt. Heðin Mortensen kravdi, at eisini Havnin skuldi fáa ein trivaligan part av hesum menningarkvotum tí nú skal lív fáast í aftur gamla fiskavirkið hjá Bacalao á Vestaru Bryggju.

 

Og tað er eisini beinleiðis nevnt í lógini, at Suðurstreymoy er eitt øki í landinum, sum kann fáa menningarkvotur, saman við Norðurstreymoy, Vágum, Sandoy og Suðuroy, men tinglimir í samgonguni løgdu dent á, at eisini onnur øki í landinum kundu fáa menningarkvotur.

 

 

Les eisini: Slái manngarð um Havnina beinanvegin

 

 

Hetta fekk øði í fleiri tinglimir, og serliga hvassorðaður var Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum helt, at hetta var beinleiðis skomm at tosa sum um, at Tórshavn skuldi hava menningarkvotur.

 

 

Les eisini: Tað er stór skomm

 

 

Og Bogi Andreasen er ikki heilt ósamdur við tingmannin hjá Miðflokkinum, tí hann skilur ikki, hví Heðin Mortensen tosar um at fáa lív í aftur á Vestaru Bryggju. Hann sigur, at tað er ýður í lívi á Vestaru Bryggju, og har er rætt og slætt ikki pláss fyri meiri virksemi. Tí veit hann ikki, hvat Heðin Mortensen tosar um, tá ið hann vil hava meiri virksemi á Vestaru Bryggju

 

 

Les eisini: Heðin krevur at fáa fiskakvotur til Havnina

 

 

Hann vísir á, at í gamla Bacalao-bygninginum, heldur Barið til, sum er eitt fiskavirkið og tað hevur alla veghæddina. Har eru yvir 20 mans til arbeiðis hvønn dag, og tær niðaru hæddirnar á Bacalao eru eisini leigaðar út. Og tað er valla sannlíkt at hava eitt fiskavirkið í teimum ovaru hæddunum, leggur formaðurin í Vinnunevndini afturat.

 

Samstundis vísur hann á, at tað fer at krevja eina rættilig stóra íløgu at fara undir eitt nýtt fiskavirki á Vestaru Bryggju, helst eftir at maskinurnar, sum stóðu har, eru seldar av landinum, so nýggja virkið skal byrja á berum botni.

 

– Eitt er droyma um at fáa Bacalao aftur til tað, tað einaferð var, tá ið virksemið var í hæddini. Men í dag er veruleikin ein annar og samanumtikið er longu so nógv virksemi á Vestaru Bryggju, at har er ikki rúmd fyri meiri.

 

Annars heldur Bogi Andreasen, at gongdin er rættiliga óheppin, tí tað, sum hendur í hesum døgum er, at politikarar seta Havnina og útjaðaran upp ímóti hvørjum øðrum, og tað gagnar ongum.