- Eg veit hon rópti á meg tá hon doyði

Menninir hava viðgingið drápini, og tí kunnu teir vænta sær deyðarevsing í Marokko.

 

 

Dómurin í málinum um tær báðar ungu norsku og donsku kvinnurnar, Maren Ueland og Louise Vestager Jespersen, sum vórðu dripnar í Marokko í desember í fjør, er enn einaferð útsettur. - Tað verður eingin dómur í yvirgangsmálinum í dag, staðfestir NRK. Lagt verður aftrat, at næsti rættarfundur er settur til at verða hin 18. juli. 

Á viðheftu mynd, sum løgreglan í Marokko almannakunngjørdi longu dagin eftir drápini, eru frá vinstru Abdessamad Ejjoud, Ouziad Youness og Rachid Afatti. Teir kunnu vænta sær deyðarevsing. Hin fjórði, sum eisini er millum høvuðsákærdu, kann vænta sær lívstíðardóm fyri brotsgerðina.

Keldur í rættinum í Sale í Marokko siga sambært NRK, at dómur helst fer at verða sagdur í málinum á rættarfundi næsta hósdsg. Sambært heimasíðuni sigur dómarin í málinum, at teir ákærdu fáa møguleikan at koma við sínum "seinasta orði" á rættarfundi.

##med2##

Í rættinum í dag varð eitt nú lisið upp hjartanemandi bræv frá mammuni til ungu donsku kvinnuna. - Eg veit, at hon rópti á meg, tá hon varð dripin. Teir hava uppiborið deyðarevsing, skrivar mamman.

Ákærin hevur biðið um deyðarevsing fyri teir høvuðsákærdu, sum hava viðgingið at hava dripið kvinnurnar. Tær vóru á fjallatúri í Atlasfjøllunum í desember í fjør, tá tær eirindaleyst vórðu dripnar nærindis bygdini, Imlil.

Mong væntaðu, at dómurin í rmálinum fór at verða sagdur á rættarfundinum í dag, men nú verður so bíðað til hósdagin í næstu viku, tá fundur verður aftur. Tað er tó eingin vissa fyri, at dómurin, sum fleiri ferðir er vorðin útsettur, verður sagdur henda dagin heldur.

Tað var í byrjanini av rættarfundinum í dag, at brævið hjá donsku mammuni varð lisið upp. - Lív mítt er oyðilagt, eftir at dóttir mín varð dripin. Eg gráti, tá eg hugsi um hana, las advokaturin, Khalid El Fataoui, úr brævinum hjá mammuni.

Brævið er endurgivið av einum tíðindafólki, sum NRK hevði í rættinum í Sale í Marokko í dag. - Teir seku hava uppiborið deyðarevsing. Heimurin verður betur uttan teir, las advokaturin úr brævinum.

Tað eru tríggir mans, sum kunnu vænta sær deyðarevsing, tá teir eru ákærdir fyri at hava framt drápini. Tilsamans eru 24 mans ákærdir fyri viðvirkan. Ein av monnunum varð tikin upp á feskan gerning, tá hansara samleikaprógv varð funnið í tjaldøkinum. 

Hinir tríggir høvuðsákærdu vórðu tiknir í einum bussi, tá teir vóru á veg úr økinum, har drápini vórðu framd. Ein maður av sveisiskum og sponskum uppruna er eisini ákærdur fyri at hava vant brotsmenninar.

NRK veit at siga, at fleiri av monnunum eru ákærdir, tí teir hava veitt sín stuðul til yvirgangsfelagsskapin, IS - við tað, at fleiri teirra á upptøkum svørja IS sín stuðul.

Verjin hjá fleiri av teimum ákærdu, Hafida Meksaoui, sigur, at brotsgerðin er ikki vanlig og kundi ikki verið framd av monnum, sum vóru við sínar fullu fimm. Hon bað tí um eina psykiatriska meting av høvuðsákærdu.

Menninir hava viðgingið drápini. Í endanum av sínari frágreiðing segði verjin, at teir ákærdu kunnu hava verið útsettir fyri heilavasking, tí tað sambært Hafida Meksaoui er lætt at ávirka fólk í fátøkum samfeløgum.

Sjálvt um teir høvuðsákærdu kunnu vænta sær deyðarevsing, hevur Marokko ikki tikið nakran av døgum síðan 1993. - Eg drap ta einu, Youness Ouaziyad drap hina, og Rachid Afatti filmaði drápini, segði Abdessamad Ejjoud, tá hann í mai mánaði í ár bar fram sína frágreiðing í málinum.