Djóraverndarfelagið
Vit hava altíð lært, at um tú nertir við ein fuglaunga, so vilja foreldrini ikki hava hann aftur. Hetta er ein teori, sum vit eiga at góðtaka uttan nakað prógv. Onki menniskja er so nógv vert, at ein fuglaungi kanska skal lata lívið, tí hann skal takast úr reiðrinum og vísast fram.
Vit eiga at lata reiður fáa frið og heldur verja ungarnar móti kensluleysum fólki. Vit eiga at gera sum drongurin í sanginum og ikki siga nøkrum frá.