Klaksvík
Jóhan Páll Joensen, sum var stjóri á Kósini og sum framvegis situr í nevnd felagsins, sigur seg ikki duga at síggja, at virksemið á Kósini kemur í gongd aftur til heystar.
- Fólk eru í summarfrí, og eg hoyri einki frá nøkrum. Eg veit tí einki um sannleiksvirði í teimum søgum sum kunnu ganga um, at virksemið kanska byrjar aftur, áðrenn langt um líður.
Jóhan Páll vísir á, at Christian Andreassen er formaður í nevndini fyri P/F Kósina og tað einasta, sum fyrrverandi stjórin og eigarin í felagnum hevur skilt, er, at virkið í næstum verður lýst til sølu.
Fyrimunur
Vit spurdu Jóhan Páll, um tað er ein fyrimunur hjá teimum, sum møguliga skulu reisa virksemið á Kósini aftur á føtur, at felagið ikki verður avtikið, men heldur fram og verður selt, sum tað er.
- Ja, tað er ein fyrimunur, um felagið heldur fram, tí virkið hevur longu tær góðkenningar, sum eru neyðugar. Tað kann verða strævnari at skula hava heilsufrøðiligu góðkenningarnar av nýggjum, sigur hann.
Sum nevndarlimur í P/F Kósini, nú nevndin er skipað av nýggjum, sigur hann seg einki vita um, at nakrar samráðingar í løtuni eru við møguligar keyparar.
Ikki ringast
Spurdur, hvussu útlitini eru við lønandi fiskaframleiðslu í løtuni, heldur Jóhan Páll, at tey eru ikki ringast.
- Tað var heldur ikki virkið sum gjørdi, at vit komu soleiðis fyri, men heldur skipini.
Hann heldur, at tey virkir, sum í dag hava fisk at arbeiða við, eisini hava møguleikar at tjena pening, soleiðis sum gongdin og útlitini eru.
Bara søgur
Í Klaksvík ganga søgur um, at Føroya Banki hevur bjóðað JFK við Hanusi Hansen P/F Kósina fyri einar 17-18 miljónir krónur, men hevur sagt, at bankin ikki vil veita rakstrarfígging.
- Nei, hetta veit eg einki um, men eg kann hugsa mær, at ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum skulu reisa virksemið aftur, verður rakstrarfígging, sigur Jóhan Páll Joensen.
Samlaða veðskuldin í P/F Kósini er einar 32 miljónir krónur, og tað er Føroya Banki, sum hevur ræðisrættindini yvir felagnum.