Eg varð púra paff

Johan Dahl og Eivin Jacobsen hava typt Sirið Stenberg - og løgmaður slær alt upp í glens

- Vit eru í upploysn innanífrá.

Tað sigur Sirið Stenberg, tingkvinna og forkvinna í landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum í kjalarvørrinum á tí sum her hent seinastu dagarnar.

Landsstýrismálanevndin hevur tikið eina avgerð um kæruna um Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu støðuna hjá Strandferðsluni.

Sirið Stenberg sigur, at niðurstøðan hjá eini samdari Landsstýrismálanevnd, er, at bæði játtanarlógin og stýrisskipanarlógin eru brotin.

 

Men meirilutin í nevndini, sum umboðar samgonguflokkarnar, heldur, at landsstýrismaðurin hevur ikki brotið lógina um ábyrgdina hjá landsstýrismonnum.

Sjálv er Sirið Stenberg komin til ta niðurstøðu, at tað hevur landsstýrismaðurin gjørt.

 

Og Sirið Stenberg sigur, at hon varð rætt og slætt paff, tá ið hon hoyrdi Eivin Jacobsen og Johan Dahl staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur ikki brotið stýrisskipanarlógina, men at tað er Strandferðslan, sum hevur brotið lógina.

- Stýrisskipanarlógin vendir sær beinleiðis til løgtings- og landsstýrisfólk og ikki Strandferðsluna og aðrar stovnar.

Og Landsstýrismálanevndin kann einans viðgera landsstýrisfólk, sigur forkvinnan.

- Og arbeiðið í landsstýrismálanevndini var at staðfesta um landsstýrismaðurin hevði brotið stýrisskipanarlógina, ikki um Strandferðslan hevði brotið lógina.

Hon leggur afturat, at landsstýrismaðurin hevði sjálvur sagt fyri nevndini, at lógin ikki var hildin.

 

Les eisini: Skulu landsins lógir haldast, har Sirið Stenberg útgreinar síni sjónarmið

 

Sirið Stenberg staðfestir somuleiðis, at løgfrøðiliga ráðgevingin hjá landsstýrismálanevndini kom eisini til ta niðurstøðu, at brot var framt á lóg um ábyrgd landsstýrisins

 

Strandferðslan hevur nevniliga ígjøgnum alt árið fráboðað, at játtanin ikki fór at halda.

- Landsstýrismaðurin hevur tí verið vitandi um, ella rættari sagt, hann skal vita, at so er. Tað er hansara uppgáva og ábyrgd. Uppgávan hjá landsstýrismanninum verður síðan annahvørt at biðja um eykajáttan ella at seta sparingar í verk.

Hvørki av hesum bleiv framt, og tí er lógin brotin, er metingin hjá løgfrøðingunum

- Víst er eisini á, at Strandferðslan slapp ikki at seta sparingar í verk við at skerja túratal ella hækka ferðaseðlakostnaðin.

 

Sirið Stenberg harmast eisini um, at løgmaður tykist at sláa alt upp í glens, sum hon málber seg, tí hann heldur, at skulu landsstýrisfólk koyrast til hús fyri eina meirnýtslu á nakrar fáar milliónir, kunnu vit ikki hava landsstýrisfólk í Føroyum,

 

- Vil løgmaður við hesum siga, at landsstýrisfólk bara kunnu brúka sum teimum lystir av skattaborgarans pengu og at tað ger einki um lógin verður brotin eitt sindur, spyr Sirið Stenberg.