- Eg var í Vági

Soleiðis hugsaði Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, venjari hjá Team Klaksvík til, tá bara ein minuttur restaði av dystinum og Team Klaksvík var á odda við trimum málum

Neistin - Team Klaksvík: 29-30 (14-16)

So eydnaðist eisini Team Klaksvík at fáa ein sigur á útivølli. Teir vóru á odda allan vegin móti Neistanum, sum ongantíð megnaði fáa fatur á teimum aftur.
- Tað er áleið eitt ár og átta mánaðir síðani Team Klaksvík seinast vann ein útidyst, so hetta fegnast vit um, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, venjari hjá Team Klaksvík.
Tá ein minuttur var eftir av dystinum var Team Klaksvík á odda við trimum málum. Sjálvt ikki tá, vildi Svein Rógvi taka nakað fyri givið. Hann var nevniliga partur av dramatiska dystinum í Vági, sum venjari hjá Stjørnuni, tá tær farna kappingarár minsti steypafinaluplássið í seinasta minuttinum, tá VB skoraði ikki fleiri enn trý mál.
- Tá ein minuttur var eftir hugsaði eg, “Eg var í Vági”, og tað skal ikki henda aftur, sigur Svein Rógvi, sum sjálvsagt er í góðum lag eftir sigurin.
Hann letur serliga væl at málmansspælinum hjá Team Klaksvík, men vísir eisini á Zarko Pejovic og Igor Petrikeev, sum heilt greitt vóru dagsins spælarar í høllini á Hálsi leygardagin.
- Tá eitt føroyskt felag tekur útlendskar spælarar inn, so skulu teir eisini verða betri enn teir føroysku spælararnir og styrkja um hópin. Tað gera Zarko og Igor, sigur Svein Rógvi.


Á odda allan vegin

Team Klaksvík var á odda frá byrjan til enda. Hvørja ferð Neistin var um at fáa fatur á gestunum, so fingu teir eitt mál ella tvey, sum aftur gav teimum eina leiðslu.
Stutt fyri hálvleik var um reppið, at Neistin fekk fatur á Team Klaksvík, tá Mikkjal Hansen, málverji hjá Neistanum, bæði var bjargingarmaður og íverksetari av skjótálopum, men tá farið var til hálvleiks, so var Team Klaksvík á odda við tveimum.
So hvørt sum klokkan nærkaðist 60 minuttir, so vaks trúgvi upp á sigur hjá Team Klaksvík. Rópini aftaná hvørt mál blivu harðari og gleðin størri. Tað endaði við einum rimmar rópi, tá klokkan ýldi fyri seinastu ferð. Tá var leiðslan minkað niður í eitt mál.
Team Klaksvík hevur nú fýra stig, men er framvegis botnlið. Neistin er framvegis á fjórða plássi við níggju stigum.

trondur@sosialurin.fo

Fakta:
Málskjúttar:

Neistin: John Í Innistovu 8, Teitur Magnusson 5, Sjúrður Thomassen 4, Rói Hansen 3, Aleks Buha 3, Herbjørn Lava 3, Terji Mørk 1, Jugoslav Djumic 1, Teis Horn 1

Team Klaksvík: Igor Petrikeev 9, Zarko Pejovic 7, Martin Ritto 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Dánjal Kjærbo 3, Jacob Joensen 2, Andrias Ellingsgaard 2


KÍF knústi Kyndil

Verjan hjá KÍF var í stórformi. Tá farið var til hálvleiks hevði Kyndil bara skotið seks mál

Tróndur Arge

Kyndil - KÍF: 21-30 (6-12)

Frá byrjan til enda stóð tað KÍF á hesum dystinum. Teir vóru skjótir at vinna sær eina leiðslu, og hon bleiv ongantíð hótt. Til tað var verjan hjá KÍF alt ov góð, meðan álopsspælið hjá Kyndli var ov vánaligt.
Tað byrjaði beinanvegin. KÍF fær mál, meðan Kyndil illa nokk kemur til eitt skot. Teir royna at spæla seg ígjøgnum, men einki riggar. Verjan hjá KÍF er á hvørjum skoti og hvørjum uppspæli. Í málinum er Óla Kristian Djurhuus við aftur. Hann ger góðan mun og tekur tað, sum hann skal.
Tá so Kyndil er ein feil í uppspælinum, so fara tveir til tríggir kollfirðingar tvísporandi avstað í mótálop. Bólturin verður tveittur framm og har eru teir sum oftast fyrsti á og skora. Tað ganga næstan 20 minuttir áðrenn Kyndil fær sítt mál nummar tvey. Tá hevur KÍF skorað sjey mál.
Helst kundi KÍF havt vunnið væl meiri, men velja at slappa av og skifta út í seinna hálvleiki. Skal ein maður veljast burtur úr hjá KÍF, so er tað helst Nicklas Selvig. Hann skoraði tíggju mál og var sjónligur í álopsspælinum, men samanumtikið, so var tað verjan hjá KÍF sum var sterkasti parturin av liðnum.
Akkurát hvat er gali er ilt at meta um. Kyndil hevði farna kappingarár trupulleikar í málinum, men har er Mladen komin. Alíkavæl sær tað ikki út til at hjálpa nakað serligt, tí verja er bara tað verri. Eitt er so greitt, spælir Kyndil sum teir gjørdu í gjár, so verða teir ikki at síggja í oddinum í føroyskum hondbólti í ár.
Hinvegin, so hava avrikini svingað nógv. Millum annað vunnu teir á nettupp KÍF í Kollafirði fyrr í ár.
KÍF er nú fýra stig fremst í bestu deildini hjá monnum, men hava spælt tveir dystir fleiri enn VÍF, sum er á øðrum plássi.

Málskjúttar:

Kyndil: Bjarni Sørensen 4, Hans Áki Dal-Christiansen 3, David Edvardsen 3, Josef Abrahamsen 3, Julian Johansen 2, Finnur Hansson 2, Hans Arni Thomsen 1, Ken Zachariasen 1

KÍF: Nicklas Selvig 10, Tony Weyhe 4, Magnus Muller 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Jákup Trygvason 3, Rúni Joensen 2, Rógvi Weyhe 2, Andrias Nielsen 1, Rasmus