Eg var næstan sum ein robottur

Eg mátti hava fult álit á tí, sum eg fekk boð um at gera, sigur blindi Rynkebysúkklarin Uni Rasmussen.

 

– Eg mátti líta fult og fast á tað, sum tann frammanfyri segði, at eg skuldi gera. Tað hevði verið vónleyst, um eg ikki hevði havt fult álit á teimum rundan um meg. Tað sigur blindi søldfirðingurin Uni Rasmussen, sum var við á føroyska Rynkeby-liðnum, ið súkklaði til París fyrr í hesum mánaðinum. Hann heldur, at ferðin til franska høvuðsstaðin hevur ment hann og lært hann nógv bæði um onnur og seg sjálvan

 

 

– Tað hevur øgiliga nógv við álit at gera. Um eg hevði byrjað at ivast, so hevði tað als ikki borið til, sigur 49 ára gamli Uni Rasmussen, sum gjørdist blindur eftir eina ferðsluvanlukku í 1990, og nú hevur súkklað til París saman við 48 øðrum súkklarum á føroyska Rynkeby-liðnum.

 

– Eg mátti hava fult álit á tí, sum eg fekk boð um at gera. Eg var næstan sum ein robottur, sigur Uni, sum súkklaði á einari tvísúkklu saman við Henrik Kølleskov og Mariu Svabo Hansen, ið bæði hava súkklað til París við Rynkeby fleiri ferðir. Tey bæði skiftust um at súkkla saman við Una á tvísúkkluni.

 

Uni greiðir frá, at tað er alneyðugt við góðum samstarvi millum báðar súkklararnar á tvísúkkluni, tí pedalurnar fylgjast.

 

– Tann, sum situr frammanfyri, sigur, hvat skal gerast og nær. Tað er nógv, sum skal venjast at byrja við, og vit máttu samskifta nógv. Men so við og við lærdi eg at kenna, hvat hendi við súkkluni, og hvat tey ætlaðu, og tað var skjótt, at vit fingu tað at rigga, sigur Uni, sum hevði súkklað nógv saman við Henrik Kølleskov og Mariu Svabo Hansen í Føroyum, áðrenn ferðin til París byrjaði síðst í juni mánaði.

 

Greinin er brot úr eini longri samrøðu, sum stendur í Sosialinum. Mildrið Jacobsen hevur tosað við Una Rasmussen um túrin til París á tvísúkklu saman við Henriki Kølleskov og Mariu Svabo Hansen.