- Eg var mega nervøs

Sunnukvøldið var Kristel Lisberg at síggja á sjónvarpsskíggjanum, tá hon sang fyri dómarunum í sangkappingini X-Factor á DR. – Eg var so mega nervøs, meðan eg stóð á pallinum, sigur 22 ára gamla songkvinnan.

Kristel Lisberg var ein av teimum mongu, sum sang fyri teimum trimum dómarunum, tá ársins fyrsta sending av X-Factor fór av bakkastokki í gjárkvøldið. Hóast hon sá út til at stórtrívast bæði framman fyri upptøkutólunum og á pallinum, so dylir hon ikki fyri, at nervarnir gjørdu um seg, tá hon var til upptøkuroyndina:

- Eg royndi veruliga at taka meg saman og minna meg sjálva á, at hetta er tað, eg havi droymt um leingi, sigur Kristel Lisberg, sum eisini hugdi eftir kappingini í gjárkvøldið:

- Tað var ótrúliga løgið at síggja seg sjálva á DR og vita, at tað eru sera nógvir hyggjarar, ið síggja ein. Tað var stuttligt at hyggja, men eisini rættiliga nervapirrandi, fortelir Kristel Lisberg.


Ynskir fokus á sangin

Seinasta døgnið hevur hon fingið hópin av jaligum viðmerkingum frá fólki, ið sóu sendingina, men sjálv er hon ikki heilt nøgd við upptøkurnar av sær. Áðrenn Kristel Lisberg kom á pallin í gjárkvøldið, var eitt innslag, har nógv bleiv gjørt burtur úr útsjónd hennara, og eitt nú vístu tey, hvussu mannfólkini hugdu at henni. - Hatta var ikki akkurát tað, sum eg vildi, tí eg ynski, at fólk skulu fokusera á mín sang og ikki mína útsjónd, sigur Kristel Lisberg. Hóast hon ikki hevði gjørt sær stórvegis tankar um klæðir, hár og smyrsl tann dagin, hon skuldi til upptøkuroyndina, so heldur hon, at útsjóndin hevur ein ávísan týdning, tá mann luttekur í eini kapping sum X-Factor:

- Eg haldi, at tað er rættiliga týdningarmikið, at mann sær presentabul og pen út, men annars hugsaði eg ikki sum so um, hvat eg skuldi í til upptøkuroyndina, greiðir Kristel Lisberg frá og leggur afturat, at henni eisini dámar væl at gera eitt sindur burtur úr klæðum og smyrsli í gerandisdegnum:

- Eg geri altíð eitt sindur burtur úr útsjóndini, og tey, sum kenna meg, vita eisini, at soleiðis eri eg bara, sigur Kristel Lisberg.


Brúkar sítt pokerface

Allir tríggir dómararnir dámdu Kristel Lisberg og hennara sang so mikið væl, at tey valdu at lata hana fara víðari í kappingini. Serliga Thomas Blachman, sum er rættiliga bersøgin og leggur ikki fingrarnar ímillum, var bergtikin av Kristel Lisberg, og at hon var so sjálvsikkur. Hóast Kristel Lisberg er von við at framføra og syngja fyri nógvum áhoyrarum, so kendi hon seg als ikki sjálvsikkra, meðan hon stóð á pallinum framman fyri Pernille Rosendahl, Cutfather, Thomas Blachman og áhoyrarunum:

- Hatta var einki annað enn mít pokerface ella eitt slag av performance frá mínari síðu, sigur Kristel Lisberg og flennur.

Og komandi tíðina fer Kristel Lisberg eisini at hava brúk fyri sínum framførsluevnum, tí sum luttakari hevur hon tagnaðarskyldu og skal ikki úttala seg um, hvussu nógv vit fara at síggja til hana í komandi X-Factor sendingunum:

- Tað er ikki heilt lætt hjá mær ikki at fortelja nakað, tí eg veit jú, hvussu leikur fer, sigur Kristel Lisberg, sum tó hevur fortalt sínum nærmastu, hvussu tað gongst henni í kappingini:

- Familjan, sjeikurin og nærmastu vinkonurnar vita, hvussu tað gongst mær í X-Factor. Tað er eisini gott hjá mær at hava onkran at tosa við um alt hetta og at kunna fáa stuðul frá teimum nærmastu, sigur Kristel Lisberg, sum longu nú merkir, at hon er áhugaverd fyri fjølmiðlarnar:

- Ordiliga nógvir fjølmiðlar ringja og vilja gera samrøður við meg, og tað er bara stuttligt. Men tað er altso eitt sindur løgið, tá tey ringja frá til dømis Billed Bladet og siga, at tey vilja práta og taka myndir, sigur 22 ára gamli songfuglurin at enda.