– Eg varð illa happað

Skapandi heimurin varð ein rýmingarleið øll barnaárini

 Fyri Harriet Olafsdóttir av Gørðum var kreativi heimurin ein rýmingarleið, tá hon var yngri. Við íblástri frá kreativu mammu síni leitaði hon til seymimaskinuna, tá hon kendi seg einsamalla. Og hon kendi seg ofta einsamalla, tí í skúlanum í Runavík varð hon illa happað og heima í Æðuvík var ongin vinkona at spæla við. Alt hetta hevur myndað skapandi ungu kvinnuna, sum tey flestu í dag kenna sum kvinnuna handan vørumerkið og bloggin ByOlafsdóttir.

 

 

Í mong ár kendi Harriet, at hon livdi í eini óndari ringrás við niðurbrótandi realtiónum, og til endans tók hon avgerð um at kvetta samband við tey menniskjuni, sum ikki vóru ganglig fyri hana og lív hennara.

 

 

– Eg valdi at siga farvæl á øllum økjum í mínum lívi, har eg varð drigin niður ístaðin fyri at verða upplyft, staðfestir hon, og greiðir frá at hetta eisini hevði við sær, at hon segði starv sítt upp og fór úr bindiklubbanum, sum hon gekk í.

 

 

– Tey vinfólkini eg hevði vóru ov negativ. Sjálvsfatanin varð ávirkað av realtióninum, og eg kendi meg verri, tá eg hevði verið til arbeiðis ella saman við vinfólki. Eg kom ikki glað heim og hevði onki positivt fingið burturúr relatiónunum, sigur Harriet Olafsdóttir av Gørðum.

 

 

– Tað var ein torfør avgerð, men ein tann besta avgerðin, sum eg havi tikið. Hetta tí eg hevði roynt at veri sum øll hini í fleiri ár, so eg visti ikki, hvør eg var. Eftir ta avgerðina var tað sum at byrja av nýggjum, og eg vildi finna útav, hvør eg eri og hvørjar mínar hugsanir eru, sigur hon. 

 

 

Les alla samrøðuna við krativu Harriet í HON blaðnum, sum verður borðið í hvørt hús í landinum í morgin.