Eg var eingin gáva til fótbóltin

- Tað eru 30 ár síðan, at vit dugdu at spæla fótbólt. Men hóast tað, vilja vit vinna hvørjaferð. Tað er ikki bara stuttleiki í so máta, sigur Alan Kennedy, sum í annað kvøld skal royna seg móti fyrrverandi føroyskum landsliðskempum

FÓTBÓLTUR

 

- It is Kennedy coming forward. If you dare to watch. If Alan Kennedy, who has already scored a winner in European Cup Final in Paris in 1981 against Real Madrid – if he scores it is all over. And here he comes. And Liverpool are European Champions!

Tað situr framvegis púra fast í høvdinum á fleiri Liverpool-fjepparum. Ógloymandi løtan í mai 1984, tá Alan Kennedy fyri aðru ferð átti avgerandi orðið í einu Evropa Cup finalu. Hann var fullkomiliga tryggur, tá hann í brotsparkskappingini móti AC Roma sendi bóltin í vinstra málhorn, meðan málverjin tveitti seg til høgru.

- Tað er sera sjáldan, at eg havi verið undir so stórum trýsti. Eg visti bara, at bólturin skuldi framvið málverjanum, og inn í málið. Alt annað hevði einki at siga júst tá. Meðan eg rann til bóltin hevði eg onga hóming av, hvar bólturin skuldi. Tað var ikki fyrr enn í seinastu løtu, at eg gjørdi av, at bólturin skuldi sparkast til vinstru. So var alt burtur. At eg so síðan stóð fyri einu tí tápuligastu málfagnaðinum í søguni, má eg bara taka við.

Tað eru nú 25 ár síðan, at 55 ára gamli Alan Kennedy var í hæddini á sínari yrkisleið. Nú stendur hann á ovari vølli í Gundadali, har hann minnist aftur á eina yrkisleið, sum framvegis ikki hevur fingið sín enda. Leygarkvøldið skal hann eina ferð enn spæla í reyðu Liverpool-troyggjuni, tá hann fyri fyrstu ferð skal royna seg á føroyskum grasi.

 

Eg hevði verið við

Við avgerandi málunum í Evropa Cup finalunum í bæði 1981 og 1984, skeyt Alan Kennedy seg beint í hjørtuni á øllum Liverpool-fjepparum kring heimin. Tað er fyrst og fremst tí, at onglendingurin í dag eigur pláss millum Liverpool legendurnar. Men tað er ikki einasta orsøkin, sambært honum sjálvum.

- Eg hevði framvegis verið í Føroyum í dag, um eg ikki hevði skotið hasi málini. Eg var eingin gáva til fótbóltin. Men eg stríddist fyri hvørjum bólti í hvørjum dysti. Soleiðis noyddist eg at løna felagnum aftur, sigur Alan Kennedy, sum flestu árini á hægsta stigi var vongverji í vinstru.

Seinnu árini hevur Kennedy roynt seg sum venjara hjá fleiri ungdómum kring heimin, samstundis sum hann hevur verið viðmerkari hjá fleiri enskum miðlum.

 

Spæla fyri at vinna

Alan Kennedy ferðast í hesum døgum í Skandinavia við fleiri fyrrverandi Liverpool legendum. Á skránni eru fleiri dystir, har áskoðarar fáa høvi at síggja Liverpool Legends á vølli. Og leygarkvøldið bíða fyrrverandi føroyskar landsliðskempur teimum.

- Tað eru 30 ár síðan, at vit dugdu at spæla fótbólt. Men hóast tað, vilja vit vinna hvørjaferð. Tað er ikki bara stuttleiki í so máta. Vit vita sera lítið um føroyska liðið, men um eg skal taka støðið í ungdóminum, sum hevur vant her í vikuni, so verður dysturin torførur. Vit vilja altíð, at áskoðararnir hugna sær, og vónandi verður talan um undirhald, málmøguleikar og fleiri mál leygarkvøldið, sigur Alan Kennedy.

Men hvør avgerð, um tú eigur pláss millum fyrrverandi Liverpool legendurnar?

- Um tú er áhugaður, sigur tú bara frá. Einasta treytin er, at tú hevur spælt við Liverpool. Men tað er eisini soleiðis, at vit spyrja okkum fyri. Millum annað er tað okkara vón, at Robbie Fowler kemur við næstuferð. Sami Hyypia er kanska eisini áhugaður, greiðir Alan Kennedy frá.

Onglendingurin skifti í 1978 til Liverpool frá Newcastle. Hann umboðaði felagið í sjey ár.

 

Væl nøgdur

Alan Kennedy hevur seinastu dagarnar verið í Gundadali og lagt ágrýtnum føroyskum ungdómum lag á. Tað er í samband við fótbóltsskúlan hjá Liverpool, at onglendingurin hevur vant við børnum úr høvuðsstaðnum, Sundalagnum, Vágum, Eysturoynni, Klaksvík og Suðuroynni. Og tí er nærliggjandi at spyrja, um nakar komandi Liverpool-leikari er í Gundadali í hesum døgum.

- Tað er sera torført at siga. Eg eri sera bilsin um umstøðurnar, sum tit hava. Nú havi eg verið venjari hjá teimum 10 ára gomlu, og teir standa einki aftanfyri børn í øðrum londum. Bóltførleikin er framúr. Dreingirnir eru sera ágrýtnir og treiskir, og tað hevur verið ein fragd at verið venjari. Um teir veruliga vilja, kunnu fleiri hava eina bjarta fótbóltsframtíð, staðfestir 54 ára gamli Alan Kennedy.

 

FAKTA:

Navn: Alan Kennedy

Føddur: 31. august, 1954

Føðistaður: Sunderland

Tjóðskapur: Ongland

Landsdystir: Tveir

Áður umboðað:

1972-1978: Newcastle United

1978-1985: Liverpool

1985-1987: Sunderland

1987: Beerschot

1987: Hartlepool United

1987: Grantham Town

1987-1988: Wigan Atlhetic

1988-1990: Colne Dynamoes

1990-1991: Wrexham