Tað, sum skuldi vera ein gleðilig hending endaði við at vera merkt av ótta og stúran fyri, hvat kundi henda. Rebekka Mørk Poulsen greiður frá føðingini umborð á Smyrli.
Tað eru fleiri barnakonur, sum eru settar at eiga fram til jóla. Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er latin aftur eftir læknaligum tilráðingum. Tað er ikki nóg trygt, verður sagt. Men hinvegin má spurnartekin setast við, um tað er tryggari at eiga umborð á Smyrli heldur enn á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
Barnakonur úr Suðuroynni verða bidnar um at fara til Havnar nakrar vikur frammanundan termindagin, so tær kunnu eiga á Landssjúkrahúsinum. Tað náddi Rebekka Mørk Poulsen tó ikki, tí hon átti tríggjar vikur frammanundan. Tað endaði tí við, at hon 2. september í ár føddi eina dóttur umborð á Smyrli.
Í Sosialinum í dag greiðir Rebekka frá hendingini, sum varð merkt av ótta fyri, hvat kundi henda. Tað er tó eisini stuttligt, tá ið væl spældi av, at dóttirin er fødd umborð á Smyrli, heldur Rebekka.
Les meira í Sosialinum í dag.