Í morgin kemur út bók, sum snýr seg um hetlendskan fiskiskap við Føroyar og Ísland í seinnu hálvu av 1800-talinum.
John Goodlad, sum áður hevur starvast fyri hetlendska fiskimannafelagið, hevur skrivað bókina, sum byggja á umfatandi kanningar av hesum fiskiskapi.
– Sum nógvir aðrir hetlendingar vaks eg upp við søgum sluppirnar í Føroyum, sum mínir forfedrar eisini vóru við, sigur John Goodlad við Shetland News.
– Eg hoyrdi søgurnar sum smádrongur, og tær hava verið ein partur av mínum lívi. Eg vildi gjarna vita meira um hendan fiskiskap, men tað var ikki so nógv skrivað um hann.
Túrarnir til Føroya, Ísland og Rockall vardu millum 12 og 14 vikur. Teir fiskaðu fyri tað mesta tosk, sum var landaður í Hetlandi og seinni seldur til eitt nú Spania.
– Tað var ein stórfingin vinna í Hetlandi, og tað vóru upp ímóti 70 bátar við hundraðstal monnum umborð, sigur John Goodlad.
Bókin eitur The Cod Hunters verður útgivin í morgin á forlagnum Shetland Heritage Publications.










