Barberurin á Høgabóli, Jógvan Hansen, sum er leirvíkingur, ið hevur búð í Runavíkar kommunu síðan 1969, er ein rættiligur NSÍ-viðhaldsmaður. Áhugin er ikki minni, nú formula-liðið hjá felagnum hevur nógv tey bestu kortini á hondini til at vinna FM-heitið. – Eg eri til teir flestu dystirnar, sum liðið spælir á heimavølli, sigur hann, og nú ein so avgerandi dystur verður sunnudagin, er eingin ivi um, hvar eg verið, tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Eg má viðganga, at eg eri rættiliga spentur, og eg vænti, vit fara at vinna. Eitt FM-heitið í bestu deildini í føðingardagsgávu – tað fær jú ikki verið betur, heldur Jógvan Hansen fyri, meðan hann stendur og snøggar hárið hjá einum av sínum viðskiftafólkum. (-vilmund)