- Fáa vit eitt FM-heitið í bestu deildini í føðingardagsgávu, nú felagið er fylt fimmti, fær tað jú ikki verið betur, heldur Jógvan Hansen, barberur, fyri Barberurin á Høgabóli, Jógvan Hansen, sum er leirvíkingur, ið hevur búð í Runavíkar kommunu síðan 1969, er ein rættiligur NSÍ-viðhaldsmaður.
Áhugin er ikki minni, nú formula-liðið hjá felagnum hevur nógv tey bestu kortini á hondini til at vinna FM-heitið.
? Eg eri til teir flestu dystirnar, sum liðið spælir á heimavølli, sigur hann, og nú ein so avgerandi dystur verður sunnudagin, er eingin ivi um, hvar eg eri, tá dysturin verður bríkslaður í gongd.
Hann viðgongur, at hann er rættiliga spentur og væntar og vónar, at NSÍ vinnur dystin í morgin og harvið tryggjar sær sítt fyrsta FM-heitið í bestu deildini.
- Eitt FM-heitið í formula-deildini í føðingardagsgávu ? tað fær jú ikki verið betur, heldur Jógvan Hansen fyri, meðan hann stendur og snøggar hárið hjá einum av sínum viðskiftafólkum.