Eg vænti at samgongan slitnar í heyst

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, heldur, at tað er fleiri viðurskifti, sum slíta samgonguna upp

– Mítt boð er, at samgongan ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, slitnar í heyst.

Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins.

 

Hann sær fyri sær, at Tjóðveldi fer burtur úr, og fer Tjóðveldi burtur úr, verður ikki leingi til eisini Framsókn fer burtur úr, tí er tað nakar, ið hevur drigið somu línu í politikki seinastu árini, er tað Tjóðveldi og framsókn.

 

– Tí vænti eg ikki, at Framsókn fer at verða verandi í samgonguni eftir at Tjóðveldi er farið burtur úr, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

 

– So er neyvan nakar møguleiki enn at Javnaðarflokkurin skipar nýggja samgongu við Sambandsflokkinum og øðrum flokkum.

 

Hann heldur, tað tað verða fleiri mál, sum fara at fella samgonguna, eitt nú sokallaði fiskivinnunýskipanin, pensjónsnýskipanin og nýggja grundlógin.

 

Hann sigur sokallaða fiskivinnunýskipanin, tí sum tað liggur í kortunum nú, verður ikki serliga nógv nýskipan í tí, sum samgongan klárar at semjast um.

 

Hann sigur, at endar hetta bara við nøkrum broytingum, kann tað valla kallast ein nýskipan og tað má sigast at vera ein ósigur av teimum stóru hjá samgonguflokkunum, tí nettupp ein nýggj fiskivinnuskipan var høvuðsmálið hjá hesum flokkunum undir valstríðnum.

 

Men hann undrast eisini á, at so lítið er hent í málinum um at gera eina nýggja pensjónsskipan. Sum tað ljóðaði, var semjan undir landið, men í hesum valskeiðnum er onki hent og tað er honum ein gáta, at einki er hent, sigur hann.

 

Og skuldi samgongan yvirliva hetta árið, væntar hann, at spurningurin um eina nýggja, føroyska stjórnarskipan, verður seinasti seymurin í kistuni.

 

– Tey í Tjóðveldi og Framsókn kunnu ómøguligt vera nøgd við eina stjórnarskipan, har tað stendur, at í Føroyum skulu føroyar ráða, tí tað vit øll longu frammanundan, at vit gera, so tað er einki nýtt.

 

– Verður hetta einasta úrslitið, er tað alt ov lítið hjá Tjóðveldi og Framsókn at fara til val um stjórnarskipanina upp á, tá ið valið verður sjálvan flaggdagin næsta ár.

 

Jenis av Rana heldur, at Tjóðveldi og Framsókn mugu fáa eitt avgerandi stig á sjálvstýrisleið við í stjórnarskipanina, annars er tað ein ósigur. Eitt slíkt stig kundi verið at ásett eina beinleiðis tíðarætlan í nýggju stjórnarskipanina fyri, hvussu danska ríkisveitingin til Føroyar skal niðurlagast, til hon er burturdottin eitt ávíst ár, er tað ein svíðandi ósigur, heldur Jenis av Rana.

 

Hann vísir á, at tað eru floksformenninir í samgonguflokkunum, sum sita í landsstýrinum, og hann hevur ilt við skilja, at teir ikki klára at skera ígjøgnum og fáa tingmanningarnar at halda kósina.