Jenis av Rana er ein ovfarin maður í dag. Við Sosialin sigur hann í morgun, at hann væntaði at skula upp til samráðingar um eina frælsissamgongu, sum formaður miðfloksins sjálvur orðar tað.
- Eg eri veruliga skelkaður. Sjálvandi ynski eg Kaj Leo Johannesen til lukku við løgmanssessinum, men tá eg vaknaði í morgun helt eg, at eg skuldi til samráðingar við Fólkaflokkin. Hvat er hent í nátt veit eg ikki, men eg haldi tað vera løgi sum teir hava prioriterað, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur eisini at Fólkaflokkurin hevur borið seg óheppið at, og at teir eru vánaligir telvarar.
- Eg haldi Fólkaflokkin vera vána telvarar. Teir velja nú eina borgarliga sambandssamgongu, heldur enn at velja eina frælsissamgongu, har Fólkaflokkurin enntá kundi fingið Løgmann, greiðir Jenis av Rana frá.
Sambært Jenisi av Rana sótu flokkar til klokkan eitt í nátt og smíðaðu eina møguliga frælsissamgongu.
- So seint sum í gjárkvøldið sótu vit á fundi. Tá klandraðust ABC flokkarnir, og tí undrar tað meg veruliga, hvat er hent í nátt, sigur Tingmaðurin.
Hann leggur samstundis ongan dent á at goyma, hvussu ónøgdur hann er við, at ABC-samgongan aftur er ein veruleiki.
- Komandi løgmaðurin er ein vit mugu ansað eftir. Vit vita ikki hvat hann kann finna uppá, tí vit kenna hansara hugsanir kring fosturtøku, skrásett parlag og ES. Tí mugu vit enn meira enn áður leggja stóran dent á at vera varðhundur, leggur Jenis av Rana dent á.
Um skrivstovumálið sigur Jenis av Rana, at tað sum Jóannes Ejdesgaard gjørdi í málinum, er eitt dømi um hvussu ljótur politikkur kann vera.
- Karsten Hansen var inni og meglaði, og málið var veruliga liðugt, tá Jóannes Ejdesgaard gróv tað framaftur, tí hann hevði innanhýsis trupulleikar í flokkinum, fyri at sleppa úr CHE-samgonguni, fortelur Jenis av Rana.
Eisini leggur Jenis av Rana dent á, at næstu tíðina, kanska enn meira enn áður, noyðist flokkurin at arbeiða hart fyri at verja tað andaliga, etiska og moralska.