Eg vóni at vit kunnu líta frameftir

Okkurt, sum varð sagt í valstríðnum, var betri ósagt, heldur borgarstjórin

Eg vóni at vit kunnu líta frameftir.

 

Tað segði Kristin Michelsen á býráðsfundinum á Tvøroyri í kvøld, beint eftir at hann varð afturvaldur til borgarstjóra á Tvøroyri fyri hesi næstu fýra árini.

 

Kristin Michelsen ásannaði, at okkurt av tí, sum varð sagt undir valstríðnum upp undir kommunuvalið, var betri ósagt, men hann vónaði at tey kundu leggja tað farna aftur um og líta fram eftir.

 

Hann takkaði fyri álitið og ynskti øllum býráðslimunum, afturvaldum og nývaldum tillukku. Og hann minti á, at tey eru øll vald at umboða Tvøroyri og at gera tað besta fyri Tvøroyri.

 

 

Les eisini: Nú er tað greitt. Kristin Michelsen heldur fram

 

 

– Tí vóni eg eisini at alt býráðið, bæði meirilutin og Javnaðarflokkurin, vildi arbeiða saman í felag soleiðis at Tvøroyri framhaldandi kundi hava viðrák til fram fyri fólkið, ið har býr, segði Kristin Michelsen.