Eg trúgvi enn upp á, at tað letur seg gera

Spurningurin er bara um vit gyppa bóltin heilt yvir á hina hálvuna, ella um vit spæla okkum spakuliga frameftir

- Eg trúgvi enn upp á, at tað letur seg gera at fáa eina breiða semju um eina nýggja fiskivinnunýskipan.

 

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hóast Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at hevur slept vónini um, at semjast um eina fiskivinnunýskipan fyri løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 29. oktober í ár.

 

Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann hevur ikki væntað sær nakað av andstøðuni, og tí hevur hann spælt bóltin yvir aftur til løgmann og Sambandsflokkin.

 

- Spurningurin er kanska eisini, hvat andstøðan hevur væntað sær av Jacob Vestergaard og av Fólkaflokkinum, sigur løgmaður.

 

Men løgmaður heldur samstundis, at samgongan eigur at spæla bóltin út aftur. Spurningurin er so, um vit spæla hann spakiliga frameftir, ella um vit gyppa hann heilt yvir á hina hálvuna.

 

Hinvegin heldur Kaj Leo Holm Johannesen eisini, at vit fáa eina breiða semju um eina fiskivinnunýskipan á nýggjárinum

Spurningurin er so bara, hvørjir flokkar vera við, sigur hann.

 

Men hann ásannar, at tíðin kann fara at renna undan, og tað kann verða so seint, at tað verður ein nýggj samgonga, sum setir nýskipanina í gildi.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat løgmaður meinar við, tá ið hann tosar um at spæla bóltin aftur á vøllin.