? Eg trúði tí ikki tá eg vann

Eiðvør Pállsdóttir gjørdist leygarkvøldið Ársins songrødd. ? Eg varð bæði kløkk og glað, tá eg fekk at vita, at eg hevði vunnið, segði hon eftir sigurin

Leygarkvøldið var Ársins songrødd 1997 kosin, og valið millum teir 9 finalistarnar fall á Eiðvør Pállsdóttir úr Gøtu.

? Eg hevði avgjørt ikki væntað, at eg fór at vinna. Eg dugdi ikki at meta um hvussu væl eg hevði klárað meg, men eg helt við vissu at onkur av hinum fóru at vinna, tí tey sungu so væl, segði hon eftir sigurin leygarkvøldið.

Okkurt um 1000 fólk vóru møtt til finaluna í songrøddkappingini, sum var í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og við rockbólkinum Moirae og 9 finalistum á pallinum var undirhaldið nógv, fjøltáttað og gott.

Og dómararnir vóru ikki í iva, tá teir skuldu kjósa vinnarar. Eiðvør Pállsdóttir sang væl og reint og hon var trygg, tá hon stóð á pallinum frammanfyri teimum 1000 fólkum.

? Eg hevði allatíðina nervar, bæði áðrenn finaluna og meðan eg stóð á pallinum. Eg hoyrdi ikki meg so sjálvan so væl, so eg dugdi ikki at meta um hvussu tað hevði gingist. Og eg varð bæði kløkk og glað, tá eg fekk at vita at eg hevði vunnið. Tað kom fullkomiliga óvart á meg, sigur Eiðvør Pállsdóttir.


Vinkona meldaði til

Eiðvør hevur sungið nógv, bæði í kóri og solo, og fyri kortum fann hon sman við nøkrum leirvíkingum, sum spæla í bólkinum Reverb. Tey eru fyri stuttum farin at spæla saman, og har ætlar Ársins songrødd 1997 at halda fram.

? Eg havi altíð sungið, men eg ætlaði mær ikki at melda meg til songrøddkappingina. Tað gjørdi ein vinkona fyri meg, og so tók eg bara av, tá kjansurin var har, greiður hon frá.

? Eg valdi Unbreak my Heart, tí tað var tann sangurin, sum mær dámdi best millum teir, eg kundi velja.

Hevur tú vant nógv?

? Eg vandi bæði áðrenn kappingina á Kambsdali og áðrenn finaluna, men eg ansaði eftir ikki at venja ov nógv, so eg gjørdist troytt av sanginum.

Í gjár fór Eiðvør aftur í skúla í Fuglafirði, men hesin mánadagurin var ikki sum aðrir skúladagar.

? Øll hava ynskt mær tillukku, og tað hevur verið prátað nógv um kappingina. Hetta eri eg ikki von við.


Úr Danmark

til finaluna

Tilsamans 9 finalistar við einum ella fleiri luttakarum vóru á pallinum í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið, og tey vóru øll væl uppløgd. Sangarar, sum eru vanir við at standa á palli, vóru millum luttakararnar, og Frankie Jensen var komin allan vegin úr Danmark til finaluna.

Rockbólkurin Moirae legði fyri og spældi í ein tíma, áðrenn diskotek var eina løtu. Tá klokkan var farin av eitt, varð farið undir sjálva sangkappingina, og síðani komu allir teir 9 finalistarnir á pallin hvør eftir annan. Talan var bæði um solistar og duoir. Vága Spicegellurnar vóru 5 í tali, og tær høvdu eina frálíka upptraðkan.

Moirae fór aftur á pallin, eftir at finalistarnir høvdu sungið, og tá teir høvdu spælt í ein góðan hálvan tíma, var greitt at avdúka hvør hevði vunnið.

Og tað gjørdist Eiðvør Pállsdóttir úr Gøtu, sum gjørdist 10.000 krónur ríkari. Og tað verður eisini hon, sum framyvir kann krúna seg við heitinum Ársins songrødd. Hesaferð var eingin útgáva við í vinninginum, men tað er avgjørt nakað, sum hon kundi hugsa sær at roynt.

? Eg hevði einki havt ímóti at fingið møguleikan at sungið á onkrari fløgu, men nú fáa vit at síggja hvat tað blívur til, sigur hon.