Jákup Mørk
- Eg veit ikki hvat eg hugsaði, men tað var ein ótrúlig kensla. Soleiðis segði Øssur Hansen, tá vit beint eftir dystin spurdu hann, hvat hann hugsaði, tá hann sá bóltin sveima í málið til endaligau støðuna 2-2.
Hann greiddi annars frá, at teir høvdu vant líknandi frísparksstøður undir venjingunum til dystin, og tá hevði tað ligið væl fyri hjá sær.
- Eg trúi tí upp á, at tað kundi lata seg gera at skora, tá vit fingu frísparkið móti dystarenda, segði
Tóku seg saman
Øssur var annars samdur í, at í fyrra hálvleiki høvdu slovenar dekan ov gott rásarúm úti í borðunum.
- Bæði Allan og eg høvdu stórar trupulleikar av teimum, men í seinna hálvleiki tóku vit okkum saman, segði málskjúttin. Víðari segði hann, at hetta sum so einki við taktikkin at gera.
- Allan broytti ikki stórvegis upp á nakað í hálvleikinum, men vit vistu allir, at vit mátta taka okkum saman.
Orka væl
Eitt sermerki við hesum dysti, sæð í mun til aðrar, sum landsliðið hevur spælt, var, at hesuferð vóru tað okkara menn, sum skoraðu móti endanum.
Spurdur um hetta eisini var tekin um, at føroysku leikararnir nú vóru betri fyri, helt Øssur, at tað var tað nokk.
Tá vit klára at renna slovensku leikararnar niður, so man venjingarstøðan vera á eini heilt góðari leið, segði glaði málskjúttin at enda.
Øssur Hansen segði seg trúgva upp á møguleikan, tá dómarin stutt fyri leiklok bríkslaði fyri frísparki
Mynd: Álvur Haraldsen