Eg trúgvi upp á semju

Forkvinnan í Kommunusamskipan Føroya, Gunvá við Keldu, er bjartskygd tá tað ræður um møguleikarnar at finna semju fyri nýggja kommunureforminum.

- Vit høvdu ein sera góðan fund, har landsstýriskvinnan greiddi frá útspælinum hjá landsstýrinum, og eg helt eisini, at spurningarnar, sum vit settu, fingu vit góð svar upp á, sigur Gunvá við Keldu.
Hon leggur dent á, at kommunurnar ynskja eina sjálvbodna samanlegging.
- Hinvegin skulu vit minnast til, at Kommusamskipan Føroya varð sett á stovn við tí í hyggju, at skipa størri eindir, sum eru meiri burðardyggar, og sum kunnu taka fleiri økir á seg, sigur Gunvá við Keldu.
Hon vísir á, at kommunustýrislimir longu sum er sita við einari stórari ábyrgd, ikki minst tá hugsað verður um, at fleiri økir verða flutt frá landinum út til kommunurnar.
- Tí eru tað ógvuliga stórar avgerðir, sum kommunustýrislimir skulu taka í hesum døgum, tí tær bera ógvuliga stórar avbjóðingar við sær. Men vit mugu fáa eina skipan við størri og burðardyggum eindum, sigur Gunvá við Keldu.
Og vónirnar um semju eru góðar.
Eg trúgvi, at vit finna fram til eina semju, tí eg haldi, at allar kommunurnar eru nokk so opnar fyri teimum broytingum, sum eru neyðugar, og tí trúgvi eg, at vit finna eina semju, sigur Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya.