24. juni fortelur løgmaður Kára Højgaard, at málið skal leggjast fyri løgtingið aftur. Kári P. Højgaard verður keddur av hesum, og spyr løgmann, um hann kann átaka sær, at greiða CIP frá, hví hetta er neyðugt.
- Landsstýrismaðurin helt, at hansara trúvirði móti CIP hevði fingið skaða av hesum, og spurdi um eg, sum landsins leiðari, kundi greiða CIP frá nýggju politisku støðuni, sigur løgmaður.
Kári P. Højgaard segði í gjár, at hann upplivdi tað sum, at løgmaður hendan dagin tók føraratroyggjuna.
- Eg tók ikki føraratroyggjuna frá Kára P. Højgaard. Eg havi altíð politisku føraratroyggjuna, men Kári P. Højgaard er landsstýrismaður fram til 5. septembur, og hevur tí ábyrgdina av samráðingunum við CIP. Eg skuldi einans greiða frá politisku støðuni, og hví málið mátti fyri Løgtingið aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.