Eg tími væl B68 og B68 tímir væl meg

Jákup á Borg er sinnaður at halda fram sum venjari hjá B68 komandi kappingarár

B68 tryggjaði sær í gjár enn eitt kappingarár í Betri deildini hjá monnum. Tað gjørdu teir við at vinna stóra grannadystin móti NSÍ við Løkin. B68 vann 3-1, eftir at NSÍ eitt stutt skifti var á odda 1-0.

 

B68 sá út til at hava tað trupult í Betri deildini fyrr í ár, og táverandi høvðusvenjarin, Øssur Hansen, tók avleiðingarnar og legði frá sær. Besta mansliðið skuldi hava nýtt lív og ta uppgávuna fekk Jákup á Borg.

 

Hann hevur góð úrslit við nýggja felagnum, sum nú skal spæla í Betri deildini triðja árið upp í slag. Tað verður væntandi við Jákupi á Borg sum venjara.

 

- Eg tími væl B68, og B68 tímir væl meg – serliga aftaná í dag. Tað liggur til høgra beini at eg leingi. Her eru stórir møguleikar í felagnum og í kommununi. Stuðlarnir stuðla væl og tað eru nakrir spennandi ungir spælarar á veg. So hetta er ein projekt, sum eg væl dugi at síggja meg í, segði ein fegin Jákup á Borg eftir dystin, sum ikki hevur tey stóru krøvini, men vil síggja ambitiónir.

 

- Eg havi ikki fyri neyðini at bara vera í toppfeløgum, men eg vil vera í einum felagi, sum hevur ambitiónir. Tað verður ikki upp á eitt ár, at B68 kemur at kappast um Evropa, men innanfyri eini tvey til trý ár skal B68 aftur blíva ein middepil í føroyskum fótbólti. Hví skal tað ikki bera til? Umstøðurnar eru góðar, spælararnir eru góður og staðsetingin er góð. Nevndin er góð, men sum hjá so nógvum øðrum, eru tey ov fá, staðfestur Jákup á Borg.

 

Jákup á Borg leggur afturat, at hann eisini sjálvur hann hjálpa til á fleiri økjum í felagnum, tí tað hevur hann roynt í B36, har hann er uppvaksin. Eitt gott boð er, at Jákup á Borg um stutta tíð ger ein nýggjan sáttmála við B68.

 

##ms##