Eg tendraði í botn

- Eg tendraði í botn og fór heilt yvir gevind. Tað var forkláringin, dómarin í Føroya Rætti fekk frá einum manni um, hví hann hevði leikað í sum eitt ørt inni á einum skeinkistaði eitt kvøldið, eftir at barrvørurin hevði noktað at givið honum meiri at drekka.

Barrvørurin greiddi frá, at maðurin hevði verið ríkiliga fullur, tá ið hann kom inn á skeinistaðið og tí vildi hann ikki geva honum meiri at drekka.

Tað fekk rættiliga ilt í mannin og hann varð ákærdur fyri at hava tveitt tað, sum fyri var, eftir barrvørinum, sum mátti halda til rýmingar í hølið aftanfyri barrina.

Hann varð skuldsettur fyri at hava ripað eina tunga snack-maskinu eftir barrvørinum, umframt eina bússu hjá Reyða Krossi við pengum í, og at enda eitt snapsaglas, sum fór í smæsta smildur.

Vitni greiddi eisini frá, at hann hevði eisini tikið glasið við drykkjupengum í og sligið tað út eftir gólvinum.

Maðurin mintist lítið og onki. Hinvegin viðgekk hann , at hann hevði tendrað í botn, tá ið hann onki fekk at drekka, men hann hevði ikki ætlað at meiðsla barrvørin.

Rætturin helt ikki, at tað kundi prógvast, at hann hevði blakað snack-maskinuna, bússuna hjá Reyða Krossi ella glasið við drykkjupengum eftir barrvørinum, tí vitni greiddu frá, at hann hevði meiri fýrt og sligið tað av barrdiskinum, heldur enn tveita tað.

Hinvegin varð hann dømdur fyri at hava tveitt snapsaglasið eftir barrvørinum.

Í slíkum førum er løgreglan nágreinilig í sínum kanningum, so vit fingu eisini at vita, at snapsaglasið vigaði 134 gramm, so mett var, at hevði tað rakt, kundi skaði staðist av.

Upplýst varð í rættinum, at undir vanligum umstøðum hevði maðurin verðið settur í fongsul í ein mánað, ella so, fyri slíka framferð.

Orsøkin er, at barrvørar, duravørar, fólk sum arbeiða í handlum, og onnur í líknandi størvum, hava eina serliga verju í lógini. Tey skulu hava frið at útinna sítt yrki, hóast tey onkuntíð verða ósamd við viðskiftafólk og tí er tað serliga strangt at gera seg inn á tey.

Men serligar umstøðu gjørdi, at maðurin sleppur undan at sita, gera hann onki annað revsivert í tvey ár.

Tær serligu umstøðurnar vóru, at hann hevð ongantíð áður verið harðligur og so var hann avlamispensjónistur.

Men hann sleppur ikki undan at gjalda slakar 1000 krónur fyri tað, hann hevði oyðilagt og fyri at vaskað og gera reint tilburðin.