Eg taki við avbjóðingini einaferð afturat

Hóast borgarstjórin í Fuglafirði misti meirilutan, tá Magnus S. Midjord fór av lista D og saman við andstøðulistunum A og B í Fuglafirði, so hevur Sonni á Horni, borgarstjóri, vónir um at halda fram sum borgarstjóri.

 

Sonni á Horni er høuvðsmaður á lista D, og hann varð valdur við 102 atkvøðum á seinasta kommunuvali. Hann hevur sitið í býráðnum síðani 2008.

 

– Eg fari at royna enn einaferð. Vit hava havt onkrar fundir og fara at hava uppstillingarfund í næstum.

 

Sum skilst verða tað í øllum førum tríggir listar til kommunuvalið í Fuglafirði, tí umframt felagslistan, sum fer at eita Borgaralisti B, verður ein nýggjur listi við fólkum, sum ikki hava stillað upp til kommunuval áður.