? Eg taki tað púra róligt. Eg vil ikki hugsa ov langt fram beint nú, so eg taki tað bara sum tað kemur, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar, sum júst var komin heim við flogfarinum, tá Sosialurin fekk orðið á hana. Birita skal í komandi mánaða niður aftur til Danmarkar, har hon skal luttaka í Robinson Ekspeditionen, sum TV3 framleiðir. Til teirra, ið ikki vita, hvat Robinson er, so er tað ein sokallað »reality-sendirøð«, sum snýr seg um at yvirliva á eini oydnari oyggj.
Birita sigur, at tað var av tilvild, at hon sendi eina umsókn til TV3. Hon hevur eisini fylgt væl við í hinum fimm umførunum.
? Eg kom fram á lýsingina hjá TV3 á alnetinum, og so fylti eg bara eina umsókn út fyri at royna, og hugsaði ikki meira um tað. So er tað bara komið longur og longur, og vorðið meira og meira spennandi, greiðir Birita frá, sum var á veg heim at fyrireika føðingardagarnar hjá báðum børnunum, sum hava fylt, meðan hon var í Danmark.
Familjan stuðlar
36 aðrir luttakarar eru komnir uppum høgu gáttina hjá sjónvarpsfelagnum. Upptøkurnar byrja tann 17. februar, men hesaferð verða nakrar broytingar í mun til fyrru ferðirnar Robinson hevur verið sent.
Helvtin av sendingunum og kappingunum verða í Danmark, og verða tiknar upp har frá 17. februar og átta vikur fram. Síðani skulu luttakararnir út á eina oyggj, hvørja vita teir ikki enn. Hetta verður frá mei til juli.
Birita er gift við Regin Bláhamar, og saman eiga tey tvey børn, sum eru tvey og fimm ára gomul. Birita viðurkennir, at tað fer at vera hart at vera vekk, og ikki minst, tí hon hevur júst yvirtikið ferðamannaskrivstovuna, Tora Tourist, og harafturat lesur hon sálarfrøði á Københavns Universitet.
? Eg skal flúgva niður einaferð um vikuna, men eg taki tað púra róligt. Familjan sigur kanska beinleiðis ikki so nógv, men tey stuðla mær allan vegin.
Upptøkuroyndin fyri at sleppa við til Robinson snúði seg nógv um samrøður og spurningar. Birita sigur, at tað vóru als ongar fysiskar royndir, men tær væntar hon fara at koma seinni.
? Eg havi svarað spurningum av øllum møguligum slagi, og verið til eitt ótal av samrøðum.
Still
Robinson kappingarnar hava verið harðar, og bæði kropsliga og sálarliga trýstið á teimum luttakandi er bara vaksið ár eftir ár. Men hetta sær Birita ljóst upp á hóast alt. Robinson hevur eisini hýst fleiri kjaftabreiðum dønum, sum rópa upp og alt og onki. Fíggindaskapur, hatur og samansvørjingar eru gerandiskostur hjá luttakarunum.
? Eg haldi, at tú skalt bara duga at tackla tað. Og tað havi eg eisini gjørt eitt sindur av nú meðan eg havi verið í Danmark. Danir tosa alla tíðina, og eg haldi, at tað er best at koma við síni meining, tá teir tiga eina løtu, sigur Birita.
Birita er fleiri ferðir spurd, um hon er smæðin, tí hon tosar ikki so nógv, men hon sigur bara, at hon hugsar seg um áðrenn hon tosar ? kanska tað danir gera ov lítið av.
? Eg ivist ikki í, at eg fari at síggjast aftur ímillum hinar luttakararnar, og nú burdu øll farið at fingið sær TV3 aftur, sigur Birita flennandi.