Eg taki samanum

Eg havi seinasta mánan skrivað nakrar greinar á fb og in.fo. Her fari eg at taka saman um:

Eg byrjaði valskrivingina við tí eg brenni eina mest fyri, nevneliga trivnaðin hjá okkara gylta ungdómi.

 

1. Sum nú er hevur Havnin onki at bjóða ungdóminum í frítíðini, um man sær burtur frá ítróttinum. Tað eru brúktar 10 tals milliónir uppá hallir, vallir v.m., og alt gott um tað, men tá tað snýr seg um annan trivnað er onki hent, tó eru tað politikkarar ið hava ta fatan at Margarinefabrikkin er góð nokk.

 

Eg havi seinastu 3 árini skrivað og tosað, ja enntá víst á góð hugskot, men hevur tað verið til onga nyttu.

 

Hjá mær er ongin ivi, nú má okkurt henda og í tí sambandinum havi eg koyrt býin upp og niður fyri at finna hóskandi øki í miðbýnum, og sum eg dugi at síggja er Skálatrøð einasta og best egnaða staðið at byggja eina slíka multi trivnaðarhøll á.

 

Okkara ungdómur hevur krav uppá somu møguleikar sum ungdómurin í okkara grannalondum.

 

Innslag nr. 2 var um gamla Føroya Banka (BankNordik) bygningin í N. Finsensgøtu.

 

Norðanfyri bygningin hava vit fingið eitt avbera vakurt torg sum skal savna fólk og skapa trivnað, men her gongur Býráðið bein ímóti. Í staðin fyri at gera bygningin ljóslivandi hevur Býráðið ognartikið tríggjar tær ovastu hæddirnar til egna umsiting. Bert veghæddin er almenn.

 

Stóð tað upp til mín skal veghæddin vera sum hon er, meðan onnur hædd skal brúkast til býarsavn, har allir burturbeindu fornlutirnir hjá "Tórshavnar Býarsavni" (sum tíanverri er pakkað niður), og ein partur av fornlutinum hjá Fornminnissavninum (sum tíanverri eisini eru pakkaður niður og sum liggja á hyllum runt um í Havnini), plus tað sum eg liggi inni við verður víst fram.

 

Triðja og fjórða hædd skullu leigast út so tað privata hugflogið sleppur framat.

Innslag nr. 3 var um veganetið í Havn.

 

Sum heild er veganetið í Havn á góðari leið, men tað eru vegir sum eru út av lagið vánaligir, ja enntá vandamiklir. Her má ein skipan gerast har alt veganetið kemur undir dagligt eftirlit so øll kunna føla seg væl og trygt á vegunum í Havn.

 

Innslag nr. 4 var um Havnará:

 

Nú er tíðin komin at fáa Havnará, frá Sverrisgøtu, millum Eik og gamla Telefonverkið og oman í Tinghúsvegin, fram aftur.

 

Orsøkin til at onki hevur verið gjørt við ánna sigst vera hon at áin er skitin, men so er ikki meira, tí í sendingini "Andøvusløtan" hjá Óla Breckmann í R7 hósdagin tann 13. oktober, har Óli tosaði við Heðin Mortensen og Marin Kathrinu Frýdal, bedýraði borgarstjórin at nú var Havnará rein.

 

Innslag nr. 5 var um stuðul til mentanina:

 

At fáa stuðul til eitt hvørt mentunarligt kann vera ógvuliga trupult, hetta veit eg frá mær sjálvum.

 

Eg vil arbeiða fyri at okkara mentan kemur undir eina stuðulsskipan sum arbeiðir skjótt og effektivt og sum tekur hvørja tí einastu umsókn í ramasta álvara.

 

Sum skipanin er nú, eri eg vísur í at nógv gott tilfar dettur niður í millum tí stuðulsskipanin er alt ov stirvin.

 

Innslag nr. 6 var um bussleiðina:

 

Eg vil virka fyri at tað ikki bara eru borgarar í Tórshavnar Kommunu sum hjalda kostnaðin av bussleiðini, útlendingar og fólk úr øðrum kommunum skulla eisini gjalda.

 

Og so er tað eldraøkið og barnagarðar:

 

Sum skilst verður spart inn á bein á hesum økið. Eg fari tó ikki nærri inn á hetta økið, tí nú uppundir valið ganga politikkarirnir kropp á kroppi og lovprísa at í framtíðini verður onki spart.

 

Men eitt skulla tit eldru og ungu vita, tit fáa mín fulla stuðul fyri at hetta økið skal virka optimalt.

 

Tá Ove kysti havfrúnna í Kjøpinhavn á sinni hugsaði eg fyri mær sjálvum, at Diana Victoria ongantíð mátti forkomast. Eg veit ikki hvørjum standi báturin er í í dag, og eg veit heldur ikki um hann stendur væl. Men eitt er vist og tað er at Diana Victoria eigur eitt heiðurspláss uppiborðið.

 

Kundu tit hugsa tykkum at alt hetta verður gjørt tey komandi 4 árini, ja so krevur tað at tit velja nýggj fólk.

 

Hettar var nakað av tí eg brenni fyri.

 

Birgar Johannessen

Valevni hjá Framsókn.