Hanna Jensen er ein av teimum fýra uppskotsstillarunum í málinum um broytingar í hjúnabandslógini, og hevur kanska verið tann av teimm fýra, sum hevur verið mest frammi í miðlunum í málið, í øllum førum seinastu vikurnar.
Viðgerðin í dag hevur verið long og drúgv og Hanna Jensen ásannar í kvøld, at úrslitið ikki gjørdist, sum væntað í morgun.
- Hetta var als ikki tað, vit ætlaðu, men hetta er so betri enn, at uppskotið fall, sigur hon, nú uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini varð beint aftur í trivnaðarnevndina.
Hanna Jensen atkvøddi at enda fyri uppskotinum at senda málið í nevnd aftur.
- Eg havi valt, at taka ímóti hesi útrættu hondini frá teimum, sum annars hava ivast. So vóni eg, at hetta var ein verulig útrætt hond og ikki bara politiskt spæl, sigur Hanna Jensen.










