Símun á Høvdanum
Jan Gardar er ein ágrýtin maður. Hann hevur gjørt nógv fyri ungómin bæði innan ítrótt og metnan í Norðoyggjum og er tann seinasti, sum hevði dans fyri ungdómin í býnum. Hann er gamal svimjari, rógvari, judoleikari, fimleikari, hann er sjónleikari, hann hevur verið formaður í NFÍ, hann er dómari í fótbólti, hann hevur egið virkið og er deildarstjóri. Hetta sigur okkum, at hann kann stýra og at hann kann hjálpa ungdóminum, so hann kann trívast í býnum og vera verandi í býnum, nú undirsjóartunnilin verður veru-leiki. Tí fær Jan Gardar mín stuðul og mína atkvøðu.
Min áheitan til Klaks-víksborgarar: Veljið Jan Gardar!!!










