Eg stilli aldrin upp aftur

Tá ið tað varð greitt, at Levi Mørk fall á býráðsvalinum í Havn í gjár, varð tað samstundis greitt, at hann verður aldrin aftur at síggja í føroyskum politikki.

- Tað skal ikki henda seg, at eg nakrantíð fari at stilla upp aftur til eitt politiskt starv, hvørki til býráð, til

Løgting ella til Fólkating, sigur hann púra avgjørdur.

- Eg havi stríðst mítt í politikki, men nú hevur tað fingið ein enda....Eg eri liðugur í politikki, leggur hann afturat.

Hann hevur húski og børn, sum hava liðið undir hansara politiska arbeiði og nú verða tað tey, sum verða tikin framum.

Tað verður familjan og arbeiðið, sum leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, eg nú fari at brúka mínar kreftir upp á.

Levi Mørk, sum sjálvur er pedagogur, ætlar sær eisini at raðfesta pedagogiska arbeiði høgt.

- Tað verður eisini har, eg fari at brúka mína arbeiðsorku og tað er als ikki óhugsandi, at eg fari at bjóða meg fram um valevni til nevndina í pedagogfelagnum, ella til formansstarvið í Pedagogfelagnum, sigur hann.

Levi Mørk fekk 164 atkvøður á býráðsvalinum í gjár og tað vóru sjey atkvøður ov lítið til at endurvinna sætið í býráðnum.

Hann heldur, at ein orsøk til, at hann ikki varð afturvaldur, var, at hann gjørdi ov nógv av í valstríðnum.

- Eg eri sosialistur, sum havi lagt mína politiska orku í at verja tey minni mentu og tað er kanska fallið teimum fyri bróstið, at nettupp eg skuldi brúka so nógvar pengar upp a lýsingar, sigur Levi Mørk.

Hóasth ann er takksamur fyri tær atkvøður, hann fekk, dylir hann heldur ikki fyri, at hann er ikki sørt vónbrotin av, at pedagogar, og onnur, sum hava við børn og ung at gera, ikki hava stuðlað honum betri, tí nettupp hetta økið hevur verið hansara fremsta raðfesting í býráðnum.