Líka síðani 12-13 ára gamal hava morgunvenjingar og seinnapartvenjingar verið partur av gerandisdegnum hjá nú 23 ára gamla svimjaranum.
– Eg skal til DM kapping í næstu viku, og seinni í desember skal eg aftur til DM fyri lið, men so gevist eg, segði Óli Mortensen, tá in.fo hitti hann eftir seinastu FM kapping hansara.
Óli vann fyrsta FM gullheiðursmerki sítt í 2015. Tað var í 200 firvald, tá hann vann á sjálvum Pál Joensen. Síðsta einstaklingakapping hansara til FM hesaferð var eisini í 200 firvald, har hann somuleiðis vann gull.
Hóast Óli er úttikin bæði til EM og NM, sum verða í desember, so fer hann kortini ikki at luttaka, tí hann gevst, tá hann er liðugur at svimja DM fyri lið í desember.











