Eg standi spyrjandi

Trygvi Mortensen er sekkjaður sum venjari í NSÍ, og óváttað tíðindi vilja verða við, at arbeitt verður við at fáa Johan Nielsen at venja NSÍ næsta kappingarár


Trygvi Mortensen er ikki longur venjari hjá NSÍ. Leiðslan í felagnum boðaði fyri viku síðani venjaranum frá, at hann skuldi ikki venja NSÍ næsta ár, hóast partarnir høvdu avtalu um tað. Felagið vildi tó lata venjaran gera hetta kappingarárið liðugt, men tað vil hann ikki.
- Nevndin boðaði mær á fundi herfyri frá, at teir vildu sleppa burturúr sáttmálanum um samstarv, sum vit høvdu fyri 2007. Tá lá í kortunum, at eg skuldi hava ábyrgdina restina av hesum árinum. Eg vandi liðið nakrar ferðir í síðstu viku, men nú hava ávís viðurskifti millum nevndina og meg borið við sær, at eg havi sagt stopp og gevist beinanvegin, sigur Trygvi Mortensen.
- Eg standi rættiliga spyrjandi eftir hesa uppsøgnina, tí vit hava lagt eina strategi, sum vit hava arbeitt eftir. Eg havi havt ábyrgdina av bæði unglingaliðnum og 2. liði eisini, og har hava úrslitið verið heilt góð. Nú verður alt hetta arbeiðið slept, bara tí at úrslitini í teimum seinastu trimum dystunum ikki hava verið nóg góð, sigur hann.
 
Bogi og Arnfinn taka við
NSÍ váttaði í gjárkvøldið, at Trygvi Mortensen er givin sum venjari í felagnum, og at ein nýggj venjaraloysn er klár. Bogi Lervig, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Trygva Mortensen, skal saman við Arnfinn Langgaard venja Formulaliðið hjá NSÍ tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
- Eg haldi, at nevndin kundi havt bíðað til eftir kappingina at tikið venjaraspurningin upp. NSÍ hevur framvegis møguleikan at fáa eina góða endastøðu í Formuladeildini, sigur Trygvi Mortensen.
- Vit hava tapt seinastu tríggjar dystirnar, men vit hava ikki havt marginalarnar við okkum. Vit hava manglað onkrar profilar, og bara í seinasta dystinum kann sigast, at vit høvdu ein off-dag, sigur hann.
 
Johan spøkir
Tað hevur ikki eydnast at fingið tíðindini váttað frá nevndini í NSÍ, men væl vitandi keldur í Runavík vilja vera við, at ein greiður favorittur er til venjarastarvið í NSÍ næsta kappingarár. Felagið hevur seinastu dagarnar havt samband við royndasta og mest vinnandi føroyska venjaran. Hann eitur Johan Nielsen.
Johan Nielsen hevur seinastu árini verið venjari á Skála, og har hava úrslitini verið heilt góð. Í fjør var Skála við í stríðnum um FM-heitið, og tað var líka við, at felagið endaði ovast á stigatalvuni. Í ár hevur ikki gingið heilt so væl, men eingin ivi er um, at arbeiðið, sum Johan Nielsen hevur gjørt á Skála, hevur verið framúr gott.
Nú vónar leiðslan í NSÍ, at Johan Nielsen næsta ár fer at standa á odda fyri liðnum, tá ið teir fara at gera enn eina roynd at fáa fatur á FM steypinum.