Og tað gjørdist spennandi á uppstillingarfundinum hjá Tjóðveldisflokkinum i Eysturoynni. Á fundinum hoyrdist enn ekkóið frá avgjørda Tórbirni Jacobsen um, at hann ikki vildi vera á listanum saman við Hans Tausen Olsen úr Runavík.
Men ekkó hvørvur aftur og til ber at rópa okkurt annað.
Maðurin sum sat eftir í hølunum á Róðrarneystinum á Glyvrum var Signar á Brúnni. Vrakaður. 34 atkvøður og næst niðasti fekk 35 atkvøður.
? Eg hevði als ikki væntað hatta. Eg stóð púra býttur. Eg dugdi als ikki at síggja, at hatta kundi henda. Eg væntaði, at tað var ein avgreiðsluspurningur at koma á listan, sigur Signar á Brúnni.
Kanska var tað eisini ein avgreiðsluspurningur, men ikki av tí slagnum, sum Signar á Brúnni hevði roknað við. Kanska var avgreiðsluspurningurin, at Signar á Brúnni ikki skuldi á listan.
? Eg var spurdur av formanninum í felagnum og fuglfirðingar skutu meg upp. Sjáldan áður havi eg fingið so nógvar áheitanir um at stilla upp, men eg gjørdst altso ov stuttur, staðfestir Signar á Brunni.
Tobbi fingið eitt nýtt lív
Ein annar maður kundi fara av fundinum við eini nýggjari meining, um hvussu skal stillast upp í Eysturoynni.
Á forsíðum hevði Tórbjørn Jacobsen hildið uppá, at hann ikki fór at vera á listanum, um Hans Tausen Olsen eisini fór at stilla upp í Eysturoynni. Tórbjørn Jacobsen sipaði til siðvenju um ikki at hava tvey uppstillaði úr somu kommunu.
Men ein valdur tingmaður sleppur sjáldan møguleikanum aftur at stilla upp, vísa royndirnar:
? Eg helt, at Hans Tausen Olsen var uppskotið hjá runavíksmonnum, men eg havi síðani fingið so nógvar áheitanir, at eg kundi ikki siga nei, sigur Tórbjørn Jacobsen umleið klokkan 10 mikudag fyrrapart.
Tórbjørn Jacobsen vísir til eitt citat frá einum ónevndum manni, tá hann var spurdur um hendan áðurnevnda siðvenjan nú ikki longur var galdandi:
? Eg sigi, sum ein maður segði fyri mær: Nýval er endin á øllum og samstundis byrjanin til eitt nýtt lív.
Rikin á fund
Átta skuldu á listan og níggju vóru í uppskoti. Vanliga hevur trupulleikin verið at fylla listan, men hesuferð var øðrvísi.
? Ja, tað var beinanvegin lagt upp til eitt slag av strði um plássini, og tað er heilt óvanligt, sigur Hallur Ellingsgaard, formaður í Eysturoyar Tjoðveldisfelag.
Hann heldur, at summi valevni høvdu roynt at fingið fólk við sær á fund, tí tað er ikki vanligt at 62 fólk møta upp til ein uppstillingarfund.
Signar á Brúnni helt seg eisini duga at síggja eitt mynstur á fundinum. Nógv fólk vóru av Skálafjørðinum.
? Á Skálafjørðinum er onkur, sum ynskir, at eg ikki skuldi á listan. Tað var ósakligt, at summi høvdu rikið fólk á fund, heldur Signar á Brúnni.
? Hevði eg grunað hatta, so kundi eg uttan at blunka fingið 10 fuglfirðingar við á fund, sigur Signar á Brúnni aftan á fundin. Nú ivast hann stórliga í, um hann tímir meiri:
? Hatta spælið tími eg ikki meiri, sigur Signar á Brúnni, sum fyrstu ferð var valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í 1974.
Tobbi er paff
Tórbjørn Jacobsen sigur seg vera sera kløkkan av, at Signar á Brúnni ikki endaði á listanum.
? Eg havi onga forkláring upp á, hvat hendi á fundinum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann vísir til, at alt gekk rætt fyri seg:
? Har vóru nógv fólk og valið var demokratiskt, er niðurstøðan hjá Tórbjørn Jacobsen, sum fyrstu verð var valdur á Ting við seinasta løgtingsval við 448 atkvøðum.
Signar á Brúnni stillaði ikki upp til seinasta løgtingsval, men var valdur á løgtingsvalinum 1998 við 286 atkvøðum. Tá fekk Tórbjørn Jacobsen 232 atkvøður.
Bæði Tórbjørn Jacobsen og formaðurin í felagnum, Hallur Ellingsgaard, harmast at Signar á Brúnni ikki kom á listan.
Einasti møguleiki fyri at Signar á Brúnni kortini endar á tjóðveldislistanum í Eysturoynni er um onkur av hinum valevnunum tekur seg av listanum aftur.










