Hilmar Augustinussen, fulltrúi
Eru tit líka hamrandi troytt sum eg av at lurta eftir fundamentalistum? Eg spyrji bara.
Fundamentalistar, sum halda seg hava patent upp á og rætt til at kristna og einsrætta Føroyar? Eg spyrji bara
Fundamentalisturin, sum byrjaði prosessina, var erligur nokk. Hann segði: »Tak ímóti dópinum ella fá svørið í høvdið«.
Take it or leve it. Fair deal.
Teir sum í dag eru í ferð við at kristna Føroyar av nýggjum eru meira besnissaðir. Teir pína fólk við lesarabrøvum og enntá við talum av tingsins røðarapalli. Teir fáa allar sína soldátar til at skriva lesarabrøv. Teir proklamerað »Skik følg eller land fly«, hvat nógv longu hava gjørt. Meðan onnur krúpa til Krossin.
Um onkur mutar í móti, kanska roynir at skriva eitt lesarabræv ella við eini tekning, ja so verður hótt við at fara til fútan við honum við lógini í hondini. Tann lógin, sum skal verja fólkið, verður nú nýtt til at seta tey upp á pláss.
Kanska hevur onkur fylgt við í orrustinu, sum hevur stungið seg upp um nakrar tekningar av profetinum Mohamed, sum stóð í Jylandspostinum undan jólum. Um onkur er í iva um, hvat fundamentalisma førir til, kannið so hetta málið.
Tekningarnar er, by the way, tiknar upp í norska kristeliga blaðnum »Magazinet« HYPERLINK "http://www.magazinet.no" www.magazinet.no < HYPERLINK "http://www.magazinet.no/" www.magazinet.no/$$ . Fyri at stuðla talifrælsinum siga tey. Er tað munur á teimum kristnu í Norra og Føroyum? Eg spyrji bara.
Hví heldur hesin herur seg kenna allan sannleikan og vil bjarga Føroyum í Guds og sannleikans navni. Hvør hevur givið teimum rætt til tað? Eg spyrji bara.
Fyri ikki so nógvum árum síðani masjeraði ein annar herur runt í Evropa við merkinum »Gott Mit Uns« (Gud við okkum) graverað í beltaspennið, tí teir hildu seg kenna allan sannleikan. Hvat førdið tað til? Eg spyrji bara.
Ikki so nógv ár undan tí vóru fólk sum dittaðu sær at hugsa eitt sindur sjálvi, seta spurning við sannleikan, brend á bálið. Beint undan hesum høvdu vit í Evropa kríggj um sannleikan. Religiónskríggini. Sigur navnið ikki nokk. Eg spyrji bara.
Eg kundið tikið nógv onnur dømi um framferðarháttin hjá hesum kennarum av sannleikanum. Tað er skrivað síða upp og síða niður um evnið.
Tað sum tó ósvikaliga gongur aftur sum ein reyður tráður gjøgnum alt hetta er. MAKTGYRND.
Hví eru so nógvar meinigheitir og fríkirkir í Føroyum? Lesa tey ikki øll úr somu Bók?
Eg spyrji bara.
Kann tað vera tí, at hesir bólkar hava ymsar meinigar um sannleikan, og hvussu Bókin skal tolkast? Eg spyrji bara.
Allir bólkarnir kunnu per defenitión ikki hava rætt. Ella, ja hvat so? Eg spyrji bara.
Hvat hendir so við teimum, sum kanska ikki hava rætt. Eg spyrji bara.
Verða tey brend á báli ella situr onkur og smáfnisar og bíðar eftir, at tey verða grillað í skerseldinum. Eg spyrji bara.
Í bókini »Animal Farm« hjá George Orwell, ein bók um maktgyrnd, sigur grísurin Napoleon, »Øll dýr eru líka, men nøkur dýr er meira líka enn onnur.«
Hví eru nøkur meira líka enn onnur. Eg spyrji bara.
Hví skulu ávísir bólkar í okkara landi hava minni rættindi enn onnur. Eg spyrji bara.
Eru vit ikki øll líka fyri lógini? Eg spyrji bara.
Tora tit at spyrja?
hilmar.aug@gmail.com