-Hópuppsagnir og niðurlagdir stovnar vera úrslitið, um lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum hækka. Eg góðtaki tað ikki, sigur Rósa Samuelsen. Lønarsamráðingar eru við almenna arbeiðsmarknaðin í hesum døgum, og samgongan hevur gjørt greitt, at verður lønin hækkað, so skal tað verða útreiðslu neutralt. Hetta merkir, at kostnaðurin av møguligum lønarhækkingum skal finnast innanfyri verandi játtan.
-Tað ber snøgt sagt ikki til. Eg kann undir ongum umstøðum spara meira, sigur Rósa Samuelsen við Rás2 í dag.
Hon fer at berjast fyri, at ein møgulig lønarhækking ikki skal verða útreiðslu neutral.
-Um lønarhækking verður uppá 1 prosent, so tosa vit um áleið 12 milliónir krónur. Skal eg finna tað innanfyri verandi játtan, so merkir tað hópuppsagnir og niðurlagdir stovnar, og tað kann eg ikki ganga við til, sigur Rósa Samuelsen.
Hon hevur gjørt løgtinginum og landsstýrinum greitt, at hon kann ikki spara eina krónu aftrat.
-Verða lønirnar hækkaðar, og eg skal finna tað innanfyri verandi játtan, so fer føroyska almannaverkið í fyllur, og tað kann eg ikki góðtaka, sigur Rósa Samuelsen, sum ikki vil avvísa, at hon leggur frá sær í starvinum sum landsstýriskvinna, um hetta verður til veruleika.










