Eg skræði sikringina úr málaranum

- Tá eg hoyri ein ávísan føroyskan sang, skræði eg sikringina úr málaranum, sigur Eyðun Thorgeirsson, sum valdi 5 vánaligar sangir

Í dag var Eyðun Thorgeirsson gestur á Rás2, har hann valdi 5 vánaligar sangir.

Eyðun valdi bæði føroyskar og útlendskar sangir, og serliga tann eina sangin vildi hann ikki hoyra:

- Tá eg hoyri tann sangin, skræði eg sikringina úr málaranum, segði Eyðun Thorgeirsson.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvørjar sangir Eyðun Thorgeirsson valdi á Rás2 í dag.