Cristiano Ronaldo var sjálvandi vónbrotin, men hann sigur seg vera sannførdan um, at Manchester United fer at basa Barcelona, tá liðini hittast aftur týsdagin.
- Nú fari eg at skora í Manchester. Teir høvdu bóltin nógv, men teir skaptu ikki nógvar møguleikar. Har vóru vit vandamiklari, tá vit høvdu bóltin. Og nú skulu vit spæla á heimavølli, so eg rokni við, at vinna okkum fram til finaluna, segði hann við fjølmiðlarnar eftir dystin.











