-Eg skilti tað ikki fyrr enn høllin kókaði

Tað sigur Una Egilsdóttir, sum skoraði avgerandi málið fyri VB, tá tær í seinastu sekundunum av seinnu hálvfinaluni í steypakappingini tryggjaðu fær pláss í finaluni.

Upp á ein minutt megnaði VB at skjóta trý mál, og á ótrúliga hátt at vinna sær pláss í steypafinaluni. Tað gekk so skjótt fyri seg, at avgerandi málskjúttin ikki visti av, at hon skoraði avgerandi málið
- Eg visti ikki at vit vóru í steypafinaluni, fyrr enn fólk komu rennandi inn á vøllin. Tá hugdi eg upp á klokkuna og sá at tað stóð 24-19. Men eg skilti tað ikki fyrr enn høllin kókaði, greiðir Una Egilsdóttir frá eftir dystin.
Næst bestu liðini hjá VB og Stjørnuni spæla, og fleiri VB viðhaldsfólk eru framvegis í høllin. Gleðin og smílini eru at fáa eyga á.
Una hevur í seinastu minuttinum ikki greiðu á hvat støðan er, men hon stóð á rætta stað tá hon skuldi.
- Eg veit ikki havt eg hugsaði. Eg fór bara fram og stillaði meg har. So kastar Guðrun bóltin fram og eg royndi at strekkja meg, tí tað sá út sum at bólturin bleiv ov langur, sigur Una við einum stórum smili.
- Vit fingu trý mál seinasta minuttin, og eg kláraði ikki at regristrera í høvdinum, men kroppurin hevur helst regristrera tað, tí eg stillaði meg har frammi at bíða eftir bóltinum, sigur Una víðari.

“Hevði eg vita tað”

Tað kom kanska VB til fyrimuns, at Una ikki hevði greiðu á, at tað stóð so nógv upp á spæl í seinastu sekundunum.
- Hevði eg vita tað, so hevði eg kanska ikki skora, tí so hevði eg heilt sikkurt fingið nervar, men tað var eitt ella annað, sum sigur mær, at eg skuldi standa har. Eg veit bara ikki hvat tað var, tí eg visti ikki av at støðan var sum hon var, sigur Una víðari og flennir.
Klokkan á talvuni vísti at tað vóru trý sekund eftir, tá Una skoraði avgerandi málið. Men umframt at hon ikki hevði greiðu á samlaðu støðuni, so visti hon heldur ikki hvussu nógv tíð var eftir.
- Eg hevði heldur ikki ánilsi fyri hvussu nógv tíð var farin. Eg vendi mær bara við og skjeyt. Eg skjeyt faktist beint fram og tað var ikki nakað gott skot. Tað var í miðhædd, men eg visti at málverjin hjá teimum oftast fer í longra hornið, so eg skjeyt bara beint fram við nærmastu stong. Bólturin fór inn og tað er tað, ið telur, sigur ein sjónliga fegin Una Egilsdóttir.
Una lesir í danmark, men kom heim fríggjdagin í farnu viku, so hon náddi at vera við í báðum hálvfinalunum. Hon er nú farin niður aftur, men vónar at vera í Føroyum til sjálva steypafinaluna, sum verður um góðar tvær vikur.
Samanlagt endar hálvfinalan millum VB og Stjørnuna 44-44, men VB kemur víðari, tí tær hava skorað eitt mál fleiri enn Stjørnan á útivølli.