- Eg skilji væl ynski hjá fólki at skipa seg sjálvi

Danski forsætismálaráðharrin sigur, at hóast hann skilir ynski hjá føroyingum at skipa seg sjálvi, so er hann sannførdur um, at samstarv er rætti vegurin frameftir

Meðan Aksel V. Johannesen, løgmaður, á Ólavsøku legði út uppskot um stjórnarskipan Føroya til almenningin at taka støðu til, var danski forsætismálaráðharrin í Føroyum sum ferðandi familjumaður. 

 

Vit fingu eitt prát við Lars Løkke meðan hann var í Føroyum, har prátið millum annað kom inn á stjórnarskipanina.

 

Lars Løkke Rasmussen sigur, at hann skilir væl ynski hjá einum fólki at skipa seg sjálvi og tað hevur hann stóra virðing fyri, men at hann altíð fer at tosa fyri einum felagsskapi, heldur enn at lond taka seg úr einum samstarvi. Hann sigur, at tað hoyrast røddir í fleiri londum, sum siga, at tað loysir seg líka væl at standa einsamallur, men hann heldur at tey hava ikki skilt virðið í einum samstarvi.

 

- Føroyska samfelagið hevur ment seg við rúkandi ferð í nógv ár og ger tað framvegis. Tað hevur uppiborðið alla virðing. Tó vildi eg mett, at tað hevur eisini fyrimunir fyri føroyingar, at í somu løtu tey koma til Danmarkar, so hava tey somu rættindi sum danir.  Eisini viðvíkjandi teim samstørvum, sum vit hava við onnur lond, kunnu føroyingar njóta gott av. Eftir míni sannføring, er samstarv altíð lykilin til framburð, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

Les longri samrøðu við Lars Løkke Rasmussen í Vikuskiftis Sosialinum