- Eg skilji væl, at suðuroyingar eru so misnøgdir, at teir nú tosa um at stovna sín egna politiska flokk. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.
Men hann leggur afturat, at hann hevur einki við málið at gera, og er ikki við til nakrar fyrireikingar, tó at hann hevur hoyrt møguleikan nevndan.
Les eisini: Suðuroyingar arbeiða við at stovna sín egna flokk til løgtingsvalið
Hinvegin er tað ein sannroynd, at tað eru nógv fólk, eisini bý- og bygdaráðslimir, sum eru rættiliga ørkymlaðir av gongdini, tí støðan í Suðuroy er álvarslig.
- Vit hava gjørt landspolitikararnar varugar við støðuna, og vit hava eisini handað løgmanni ein tilmæli um, hvat kann gerast. Og hóast løgmaður, og landsstýrisfólk, eru samd um, at okkurt má gerast alt fyri eitt, er veruleikin tann, at einki hendur - uttan tað, at støðan versnar alsamt.
- Sostatt føla vit í Suðuroy ikki, at vit hava nakra vælvild í politisku skipanini, samstundis sum alt møguligt letur seg gera í øðrum pørtum av landinum, heldur Dennis Holm.
Og hann sigur, at tí hava nógvir suðuroyingar eina kenslu av, at Suðuroyggin eigur ongan góðan á Løgtingi, og tí kunnu suðuroyingar tað sama stovna sín egna flokk.
Hann sigur, at ein av stóru trupulleikunum í Suðuroy er, at eldraøkið er ein so stór byrða hjá kommununum, at kommunur eru við at hokna undan. Og fyrst í næsta árið er ætlanin at hava ein fund við løgmann um støðuna.
- Í roynd og veru vænti eg, at úrslitið av tí fundinum verður avgerandi fyri, um suðuroyingar av álvara føla seg kroystar til at stovna sín egna suðuroyarflokk, heldur borgarstjórin í Vági.
Hann ásannar, at arbeiðspláss eru skapt í oynni, men loysir ikki tann grundleggjandi trupulleikan, tí tey ungu í Suðuroynni eru ikki øðrvísi enn ung aðrastaðni í landinum. Tey vilja eisini hava eina útbúgving, og tá ið tey hava fingið tað, eru eingi størv til tey í Suðuroy.
Á fíggjarlígógini fyri næsta ár, er peningur settur av til Hvalbiartunnilin, umframt nakað til ítróttarháskúlan í Vági og eftirskúlan á Tvøroyri. Borgarstjórin í Vági heldur, at allir bati bøtir - men hetta loysir ikki teir grundleggjandi trupulleikar.
Tað einasta, sum kann loysa trupulleikan er, at Suðuroyggin fær fast samband við meginøkið, so at suðuroyingar fáa javnbjóðis atgongd við øll onnur til arbeiðsmarknaðin norðanfyri, har øll størvini, sum krevja fólk við útbúgving, eru, sigur hann.